Filmsteigurin: U-TURN

Bobby Cooper skuldi gjørt sum hini, og koyrt langt uttan um býin Superior

Bobby Cooper er á veg til Las Vegas, gjøgnum oyðimørkina, har hann ætlar sær at sleppa sær av við eina spæliskuld.

Einaferð var hann fallin í ónáðir hjá nøkrum russiskum gangstarum, men alt tað er ruddiliga farið afturum - heldur hann.

Tað er løgið, sum tað altíð hendir okkurt óvæntað, tá vit halda, at vit hava tað so gott, og tað er løgið hvat kann standast av einari oyðilagdari kølaraslangu!

Superior er ein býur í Arizona, sum liggur langt uttan fyri lóg og rætt, og tú ger tær sjálvum eina góða tænastu við at koyra langt uttanum hann.

Men Cooper vil hava bilin afturgjørdan, og tí fer snarar hann inn við býarskiltið.

Her møtir hann nøkrum løgnum persónum.

Einari eldri kvinnu, sum dámar sera væl at skjóta, einum tannáringi, sum heldur at Cooper er úti eftir gentu hansara, og einum grenjutum bilmekanikara, men tað er ikki alt.

Tí hann rennir eisini inn í ta vøkru Grace og maktfulla mann hennara Jake. Tey toga Cooper inn í eitt lívshættisligt spæl um gyrnd, ørskap og pening.

Tey vilja av við hvønn annan og heita hvør í sínum lagi á Cooper, um at gera av við hin og áðrenn Cooper veit av stendur hann í trupulleikum heilt upp til høkuna.

Nú snýr tað seg ikki bara um at sleppa vekk, men nú er talan um eitt spæl um lív og deyð fyri Cooper.

Filmurin hevur fingið góða umtalu í Danmark og tað eru sera kendir sjónleikarar sum eru við.

Sean Penn, Jennifer Lopez og Nick Nolte hava høvuðsleiklutirnar og tað er eingin annar enn tann kendi Oliver Stone, sum hevur gjørt filmin