Tíðindaskriv:
FilmsTingið varpar ljós á allar tættir innan filmsframleiðslu. Hesaferð hoyra vit um, hvørjar royndir filmsfólk gera sær úti í heimi og um avrik, royndir og tilgondir hjá teimum.
Tiltakið verður 20. november kl. 19.30-21.00 í Perluni í havn.
Á skránni verða hesi:
Brøðurnir Thomas og Michael Koba fortelja um verkætlanini “ Krámarnir”, sum er í upptøku júst nú.
Eir í Ólavstovu, leikstjóri, og Jens L. Thomsen, tónasmiður, fortelja um norðurlendsku ljóð- og myndaverkstovuna í Lofoten. Vit hoyra um samstarvið og royndir teirra millum.
Sakaris Stórá, leikstjóri greiðir frá sínum royndum innan leikrit til spælifilm, umframt ta góðu tilgongdina at samstarva um leikrit og at leikstjórna ein spælifilm á føroyskum – sum endar við at vinna norðurlendsku filmsvirðislønina.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Filmshúsið & klippfisk











