Fimleikurin bjargaði Oyggjaleikunum

Juli

Føroyar vinna fleiri gullmerki enn nakran tíð áður á Oyggjaleikunum, men nógv tann størsta partin av hesum syrgir fimleikurin fyri

 

3. juli

GÍ vinnur eisini níggjunda dystin á rað, og seta harvið met í bestu deildini. Ongan tíð hevur eitt lið vunnið níggju teir fyrstu dystirnar í einum kappingarárið. B36 vinnur á meistarunum úr VB, og tykist vera einasta liðið, sum kann hótta gøtumenn.

Í aðru deild vinnur Skála oddasessin aftur, men sera javnt er. Tvey stig frá nummar eitt niður TB á sætta plássinum.

John Arni Nielsen gerst triðbestur í sterkari danskari talvkapping.


4. juli

Fasti starturin dumpar í Fuglafirði, har tað tók yvir tríggjar tímar at avgreiða FM-róðurin á varmakeldu.

Millum óvæntaðu úrslitini eru sigrarnir hjá Sílinum í 5-mannaførum hjá dreingjum og Kvívikingi hjá 8-mannaførunum.


5. juli

Kurt Mørkøre kemur nú aftur til KÍ. Fyrsti dysturin hjá landsliðsmanninum fyri barndómsfelagið verður steypafinalan á ólavsøku.

Helga Nordendal hevur framvegis skaða, og er ivasom til Oyl.


6. juli

Farið verður avstað til Oyggjaleikirnar á Isle of Man, og í Sosialinum er stórt innlegg um leikirnar.


10. juli

Oyggjaleikirnir eru settir, og sum ein partur av hesum fáa føroysku fótbóltskvinnurnar høvið at heilsa upp á Prins Edvard, áðrenn tær fara undir fyrsta dystin. Hesin endar við føroyskum stórsigri, 11-0.

KÍ kvinnurnar skulu til Finnlands at spæla Europa-Cup í fótbólti.

GÍ heldur fram við sigursrøðini, nú farið verður undir seinnu kappingarhálvu, og KÍ verður sent til hús við stórtapi.

Finnur Hansson, sum áður hevur verið føroyameistari við Neistanum, fer komandi veturin at spæla hondbólt við H71.

Bæði kvinnur og menn vinna sínar dystir í flogbólti á Oyl.

Ingibjørg Poulsen verður nummar fýra í kúluvarpi, meðan Heini Hátún er í hálvfinaluni í 200 metrum, og Magni Mouritsen kemur í finaluna á 800 metrum.

Í fimleiki eru kvinnurnar 0,1 stig frá at fáa bronsu í liðkappingini.


11. juli

Føroysku fimleikararnir eru í øðini. Hóast teir sýndu nógv besta avrikið í liðkappingini, so verður talan tó bert um silvur aftan fyri liðið av Isle of Man. Venjarin rópar hetta fyri snýt.

Flogbólturin vinnur aftur tveir tryggar sigrar.

Ási Mikkelsen gerst nummar fýra í longdarlopi. Tað sama ger Rógvi Johansen í einkultstartinum á súkklu. Heini Hátún, Sunnuvá Bjarnastein og Magni Mouritsen kappast øll, men vinna ikki heiðursmerki.

Svimjingin fær tvey silvurmerki, meðan fótbóltskvinnurnar buldra víðari. Hesa ferð við 5-0 á Ynos Mon.

Í Hvalvík verður róð kapp, og Dreingirnir á Tjaldri, genturarn á Fípuni Føgru, kvinnurnar á Páll Fanga, teir á Nevinum Reyða og Havnarbátinum hava øll mest sum tryggjað sær gullið.

FCK hevur gjørt avtalu við Magnus Kihlstedt um, at hesin skal verja málið hjá meistarunum komandi árið.


12. juli

Jákup Mikkelsen tosar við norska felagið, Molde, og møguleiki tykist vera fyri einum sáttmála. Samstundis venur Christian Høgni Jacobsen við Esbjerg, har hann vónar at fáa sátmála.

Heri Ziska vinnur bronsu í sleggjuvarpi, meðan Erland Poulsen somuleiðis vinnur bronsu í badminton.

Í svimjing fremur føroyska stafettin eitt mistak, og hetta kostar gullið á 4x50 frí. Framman undan hevur Asbjørn Hansen tó tryggjað Føroyum fyrsta gullmerkið á leikunum.

Bæði kvinnur og menn vinna aftur í flogbólti, men kvinnurnar hava óvæntaðar trupulleikar ímóti Guernsey.

So gjørdu fimleikararnir bart. Í einstaklingakappingini vinna føroysku menninir alt, og millum annað fær Helgi Winther Olsen ikki færri enn fýra gullmerki.

Í bogaskjóting tykist føroyska liðið at stevna beint móti gullmerkjunum.


13. juli

Føroyska stafettin kiksar aftur, tá teir verða kolldømir í 4x100 metra blandað. Eivind Eysturoy og Asbjørn Hansen vinna tó silvur í einstaklingakappingum.

Í borðtennis vinna Kjartan Eli Hentze og Petur Niclasen bronsu í tvímansleiki, og Kjartan Eli fær í minsta lagi bronsu í einmansleiki, eftir at hann hevur vunnið seg til hálvfinalurnar.

Flogbóltsmenninir fáa bank frá Saaremaa, og gerast nummar tvey í sínum bólki. Súkklararnir, Bogi Kristiansen opg Rógvi Johansen, enda beint uttan fyri heiðursmerkjarøðina.

VB fær málleysan javnleik, tá teir á Tórsvølli spæla móti hvítarussiska Slavia Mozyr.

Jákup Mikkelsen hevur gjørt sáttmála við Molde, og skal í dyst um hálva aðru viku.


14. juli

Ási Mikkelsen heldur, at skulu Føroyar vinna meira á Oyggjaleikunum, eigur eitt miðvíst elituarbeiði at fara fram heima í Føroyum.

Heri Ziska vinur bronsu í klingruvarpið, og tað sama ger føroyska stafettin á 4x100 metrum frí.

Bæði fót- og flogbóltskvinnurnar vinna gull í tveimum sera spennandi finalum. Í flogbólti gerst úrslitið i3-2, meðan kvinnurnar við 10 leikarum vinna eftir longda leiktíð.


17. juli

IM John Rødgaard vinnur FM í snartalvi.

Helgi Winther Olsen fekk seinasta dagin á Oyl trý heiðursmerki afturat.

Føroyska súkkluliðið fær kortini eitt heiðursmerki, tá Bogi Kristiansen vinnur bronsu í býarkoyringini.

Compound liðið í bogaskjóting vinnur greitt gullmerkini, og í revurve fær liðið bronsu.


18. juli

Á Vestantevnu verða fleiri føroyameistarar funnir. Fípan Fagra, Páll Fangi, Nevið Reyða og Havnarbáturin eru somikið langt fremst, at tey verða ikki tikin.

Í Klaksvík er fagnaðurin ovurstórur, tá tær tríggjar FM-manningarnar koma heim.


19. juli

Helgi Winther Olsen, sum varð álvarsliga skaddur stutt undan Oyl, men sum kortini gjørdist stóri sigursharrin, heldur at føroyskur fimleikur kann mennast nógv meira, um umstøðurnar verða betraðar.


20. juli

Statoil kring Føroyar er byrjað, og í sterka feltinum verður tað danin, Anders Michaelsen, sum vinnur prologin.


21. juli

Øssur Hansen hevur gjørt avtalu við B93. Toftamaðurin skal spæla við danska felagnum hetta til heystar.

Í Statoil kring Føroyar hevur Jannik Petersen lagt seg á odda, men rok stendst av, at summir súkklarar tykjast súkklað sum eitt lið, og endin er, at Rógvi Johansen og fleiri danskir súkklarar trekkja seg úr kappingini.


24. juli

Bogi Kristiansen vinnur Statoil kring Føroyar, men rokið um Rógva Johansen og hinar Shell-súkklararnar oyðilggur dámin av hesum.

Jákup Mikkelsen stendur seg sera væl, tá hann debuterar ímóti Rosenborg.

Hjalgrím Elttør royndarvenur í Bolton, har hann droymir um at gera fótbóltin til sítt livibreyð.


25. juli

Trætan um Statoil kring Føroyar heldur fram, og tað stendur orð ímóti orði millum partarnar í málinum.


26. juli

HB-liðskiparin, Kristina Eyðbjørnsdóttir, skiftir undan steypafinaluni til KÍ.


27. juli

Ólavsøkan stendur fyri framman, og bæði innan kappróður og steypafótbólt verður nógv gjørt burturúr.


31. juli

B36 vinnur steypafinaluna hjá monnum, meðan HB vinnur eftir brotssparkskapping móti KÍ hjá kvinnunum. Regnið fær tó sín part av umrøðuni, tí neyvan er nøkur steypafinala leikt undir slíkum umstøðum.

Í kappróðrinum verða Strálan og Tjaldri seinastu FM-vinnararnir.