Fimm bøkur til stór og smá

Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út fimm bøkur, smábarnabókina Malja er so góð við teg, barnabókina Petur kanin og litir, barnabókina Lóa pyntar jólatræ, myndabókina Annganngujuk, og Eldur í, ið er bók til størri børn

Malja er so góð við teg eftir Lucy Cousins er sniðskorin myndabók til tey minstu Niels Jákup Thomsen týddi úr enskum.
Malja er so góð við Kornus og Skrukkuna...og Fibba! Hon er ein lítil mús, men hon er góð við bæði vinir sínar og teg.
Malja er so góð við teg er 10 síður, prentað á haldgott papp. Hon kostar kr. 49 í bókabúðunum.
Meir um Petur Kanin
Enn ein bók um fitta Petur Kanin er komin, Petur Kanin og litir.
Beatrix Potter hevur skrivað og Anna Maria Reinert Jensen týddi úr enskum. Hetta er ein fitt og litføgur bók við nógvum klaffum at lata upp. Kaga undir klaffarnar saman við Peturi Kanin og vinunum og lær um litir.
Petur Kanin og litir er 10 síður, prentað á haldgott papp. Hon kostar kr. 69 í bókabúðunum. Bókin er væl egnað til tey 2-4 ára gomlu.
Meir um Lóu
Lóa pyntar jólatræ er jólabók um lítlu Lóu, sum hjálpir mammuni at pynta jólatræ. Lene Fauerby og Mette-Kirstine Bak hava skrivað og teknað, og Niels Jákup Thomsen týddi úr donskum.
Í einari eskju liggur alt tað fína, sum Lóa og mamman skulu heingja upp á træið. Har er eisini ein so fínur eingil, sum Lóa noyðist at taka og mussa og kroysta. Men tá hoyrir hon eitt løgið ljóð frá einglinum...
Bókin er væl egnað til tey 2-5 ára gomlu, hon er 16 síður og kostar kr. 30 í bókabúðunum.
Grønlendsk søgn
Anngannguujuk er grønlendsk søgn um Anngannguujuk, sum var ein drongur, ið búði í Grønlandi í gomlum døgum. Hann varð rændur úr heimi sínum, men pápin og andamanarin funnu hann aftur inni í landinum hjá teimum stóru dorsetfólkunum. Teir flýddu og komu heim aftur við dreinginum í øllum góðum.
Ingrið Sondum týddi. Kistat Lund myndprýddi.
Anngannguujuk er 28 síður í litum, innbundin og kostar kr. 85 í bókabúðunum. Bókin er væl egnað til tey 5-8 ára gomlu.
Spenningsbók
Eldur í er spennandi bók til tey 9-13 ára gomlu. Laura Trenter skrivaði og Jón Joensen týddi úr svenskum. Janus Guttesen teknaði kápumyndina.
Eldur er í Oyðigarðinum! Fríða og Isabella hyggja ræðsluslignar at, meðan garðurin stendur í ljósum loga - og tær hava skyldina ella?? Tær svørja, at tær ongantíð á ævini skulu siga nøkrum frá, hvat tær vita. Tá ið politiið finnur partar av beinagrindum í øskuni, er marran fullkomin: onkur er brendur inni?
Eldur í er 130 síður, heft og kostar kr. 120