Rolling People
Vit eru fimm í bólkinum. Tað vóru guitaristurin og sangarin, sum sluppu við til Prix Føroyar, og vit við byrjaðu í januar at venja í einum flottum høli á Tvøroyri og trupulleikar komu beinanvegin við at trummuspælarinl kom úr Sandvík og ikki altíð bar til at koma. So funnu vit ein ungan góðan trummuspælara av Tvøroyri . So fingu vit ikki vant, tí sangarin var til teori og venjing í 2. deild í fótbólti, so kvøldið vardi ikki longri enn 2 tímar. Vit hava tveir danskar spælarar við og teir stuðla okkum væl. Sangarin og restin hava spælt saman til konsert í TB húsinum við øðrum. Guitaristurin bleiv nummar trý í ársins songrødd og hann spælir ikki minni væl guitar. Basspælarin hevur ikki nógvar royndir, heldur ikki ljómborðspælarin og trummuspælarin. Sangarin hevur spælt trummur í Power Point, sum spældi runt í Føroyum eina tíð. So vit eru væl blandaðir og vit eru klárir.
Stainless Steel
Bólkurin "Stainless Steel" er ein nýliga stóvnaður bólkur. Bólkurin er rótfestur í áttati-árunum, og spælir tungmálm, ið minnir um Accept, Iron Maiden, W.A.S.P., Judas Priest, og aðrar samtíðarhetjur úr teimum gyltu áttati-árunum. Hesin Bólkur kann sigast at vera ein kvistur av framúr góða Thrash Metal-bólkinum Stain, ið eisini luttók í Prix Føroyar 1997, og tey sum sóu framførsluna í høllini í Trongisvági tá, fingu at sanna at hesir garpar, sjálvt um teir spældu Thrash, ið jú hoyrir 90´unum til, vóru rættir 80´arar. Upprunaliga ætlanin var at allir limirnir í Stain skuldu vera við í Stainless Steel, men so var ikki. Einastu limirnir, ið eru eftir, eru Dagfinn Joensen og Høgni Magnussen, ið eisini tóku stig til at stovna bólkin. Manningin sær nú soleiðis út:
Jón Tór Baldvinson: sang
Dagfinn Joensen: Guitar
Rúni Eysturlíð: Guitar
Høgni Magnussen: Bass
Eyðun Djurholm: trummur
Vert er eisini at nevna at Eyðun Djurholm hevur spælt trummur í bólkinum Hatespeech. So nú er bert at finna leðurjakkar, píkar, skræddar cowboybuksur, sólbrillur og aðrar 80´ara lutir fram, bleikja langa hárið, og so avstað til Suðuroynna, um tú ikki longu ert har.
.......and lets get ready to ROCK
FLUX
Flux eru fýra ungir dreingir úr Eysturoynni og úr Havn. Teir spæla alternativan grunge rock.
Teir hava spælt saman í ca. 1 ár. Bólkurin vann Pop Top kappingina 1998. Harumframt hevur bólkurin spælt til dans í Runavík á Eystanstevnu, og vóru eisini at síggja á Ólavsøkukonsertini 1998. Teir spæla bara heimagjørd løg.
Manningin er
Hans Marius Weihe Ziska sang og gittar
Terji Skibenæs sologittar
Sofus Højgaard bass
Sveinur Gaard Olsen trummur