Fimm fólk hava latið lív í eini tyrluvanlukku á hægsta fjallinum í Afrika, Kilimanjaro.
Tað siga loftferðslumyndugleikarnir í Tansania hósdagin, sambært tíðindastovuni Reuters.
Lokalir miðlar skriva, at tyrlan var á bjargingaruppgávu at heinta fólk, sum høvdu tørv á læknahjálp, av fjallinum.
Tey deyðu eru ein ferðaleiðari, ein lækni, ein flogskipari og tvey útlendsk ferðafólk. Tað skrivar blaðið Mwananchi, og vísir á upplýsingar frá økisløgregluleiðaranum, Simon Maigwa.
Vanlukkan hendi nærhendis leguni Barafu, sum liggur í umleið 4.700 metra hædd. Umleið 50.000 ferðafólk fara upp á næstan 6.000 metra fjallið árliga.
Sivili loftferðslu myndugleikin í Tansania upplýsir, at ein kanning av hendingini er sett í verk. Endamálið er at "áseta umstøðurnar og eina sannlíka orsøk" til vanlukkuna.
Flogvanlukkur eru sjáldsamar á Kilimanjaro. Tann seinasta hendi í 2008, skrivar tíðindastovan AP. Fýra fólk lótu lív tá.
Løgreglan fer at geva fleiri upplýsingar seinni, stendur í fráboðanini hósdagin.
/Ritzau/











