Fimm fólk uppsøgd hjá Landsverki

Orsakað av sparingum hevur Landsverk í dag handað fimm starvsfólkum ætlanarskriv um uppsøgn til hoyringar. Álvarsliga støðan, sum landshúsarhaldið er komið í, ber í sær, at mest sum allir almennir stovnar skulu finna sparingar í komandi ári. Fíggjarkarmurin fyri 2011, sum var samtyktur í vár, áleggur Landsverki at spara 4,1 mió kr.

Talan er um fýra starvsfólk á høvuðsskrivstovuni í Havn og ein formann á vegadeildini fyri Suðurstreym. Harafturat fer eitt starvsfólk á framleiðsludeildini frá vegna aldur, og eitt millumleiðarastarv fellur burtur. Fyrr í ár vóru tvey starvsfólk á høvuðsskrivstovuni søgd úr starvi orsakað av sparingum, og er talan tí samanlagt um átta størv, sum í ár eru niðurløgd á Landsverki orsakað av sparingum.