Svimjing
Tað plagar at vera heldur soltið við føroyskum metum, tá føroysku svimjararnir ikki hava havt oyggjaleikirnar at síggja fram til. Tá oyggjarleikirnir bert eru á øðrum hvørjum ári, hevur tað verið ein sannroynd, at svimjararnir ikki hava verið líka væl fyri, sum tá oyggjaleikirnir standa fyri durum. Eftir FM kappingina um vikuskiftið tykist broyting verða komin í, tí heili fimm nðggj føroysk met vórðu sett, umframt nógv bólkamet.
Útisetarnir væl fyri
Til FM kappingina vóru Asbjørn Hansen og Eivind Eysturoy komnir úr Danmark at kappast. Báðir svimja í Esbjerg, og ikki kann sigast annað, enn at væl kom burtur úr. Bæði Eivind og Asbjørn áttu fýra av teimum fimm nðggju metunum. Eivind Eysturoy setti met í 50- og 100 metur rygg, og Asbjørn Hansen setti nðggj føroysk met í 50- og 100 metur firvald.
Í 50 metra frí betraði Eivind sína egnu tíð, meðan metini í 50-og 100 metra rygg vórðu tikin frá Dia Jacobsen. Serliga metini í 50- og 100 metrar rygg vórðu betrað, har Eivind tók ávíkavist 50 og 71 hundraðapartar av teimum gomlu metunum.
Í firvaldssvimjingini betraði Asbjørn eisini munandi um gomlu metini. Á 100 metrum svam hann meira eitt sekund skjótari enn gamla metið, og á 50 metrum tók hann eisini av hálvt sekund av gamla metinum. Fimta føroyska metið setti Shaila Millum Garðarnar, tá hon á 100 metur frí betraði um metið hjá Benthe Sikivat Andersen við sjey hundraðapørtum.
Eisini unga Malan Michelsen kom heim úr Danmark til FM kappingina, og hon gjørdi ikki mætari enn at seta heili átta nðggj met í sínum aldursbólki.
Seks klár til oyggjaleikirnar
Hóast oyggjaleikirnir ikki eru fyrr næsta summar, so hava seks svimjarar longu klárað kravtíðurnar til oyggjaleikirnar á Guernsey. Teir seks svimjarnir eru: Kristoffur Hentze HS, Eivind Eysturoy HS, Asbjørn Hansen HS, Benthe Sikivat. Andersen TS, Shaila millum Garðarnar TS og Malan Michelsen TS. Fyrireikingarnar til oyggjaleikirnar byrja í august-septembur, tá venjingin aftur fer í gongd. Í løtuni eru nógvir ungir og evnaríkir svimjarar, og eftir summfrítíðina vónar landsliðsvenjarin, at nakrir av teimum royndaru svimjarunum aftur fara undir at venja, so landsliðið verður so sterkt sum møguligt, tá farið verður undir oyggjaleikirnar næsta summar.
Landsliðsvenjarin væl nøgdur
Landsliðsvenjarin, Petur Heðin á Fløtti, er væl nøgdur við kappingina:
- Hon var væl skipað , og eydnaðist væl í allar mátar. Eg eri serliga fegin um, at tann miðvísa venjingin hevur givið úrslit.
Petur Heðin á Fløtti vísir á, at tað er sera óvanligt, at føroysk met verða sett eitt ár undan oyggjaleikunum. Um tað er Íslands- túrurin, ið er gularótin hjá svimjarunum, veit landsliðsvenjarin ikki, men hetta seinasta árið hevur verið vant dúgliga, og hetta prógvaðu góðu tíðirnir um vikuskiftið eisini.