Fimm kommunur samstarva nú um barnaverndarøkið

Barnavernd

Týsdagin undirskrivaðu fimm kommunur í Eysturoy avtalu um eina felags barnaverndartænastu.
Kommunurnar, sum eru við í avtaluni, eru Funnings-, Sjóvar-, Nes-, Runavíkar- og Gøtu kommunu.
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, skal eisini skriva undir avtaluna, sum umboðini fyri hesar fimm kommunurnar staðfestu týsdagin.
Sambært lógini um Barnavernd, verður barnaverndarøkið frá 1. januar 2006 lagt út til kommunurnar at umsita, og tað er í hesum sambandi, at kommunurnar í Eysturoy nú eru gingnar saman um hesa avtalu.
Tær fimm kommunurnar í Eysturoy eru samstundis tær fyrstu, sum hava gjørt avtalu um felags barnaverndartænastu.
Hvør kommuna hevur tvey umboð í barnaverndini, soleiðis at talan er um tilsamans 10 fólk, sum skulu skipa fyri á hesum øki.
Umsitingin av barnaverndartænastuni hjá kommununum verður partur av sosialu umsitingini hjá Runavíkar kommunu.
Fólkatalið í hesum fimm kommunum er 7.061, harav 2.077 eru frá 0  18 ár, sum er tann bólkurin, ið lógin um barnavernd fevnir um.
Søguliga undirskrivingin fór fram í sambýlinum hjá Gøtu kommunu í Norðragøtu.
Nýggja lógin um barnavernd áleggur teimum smærru kommununum at finna saman við øðrum kommunum, soleiðis at hvørt barnaverndarøkið í minsta lagi telir 1500 fólk.