Fimm nýggir nevndarlimir

Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Jacob Vestergaard, hevur valt fimm nýggjar limir í ráðgevandi nevndina fyri altjóða menningarsamstarv. Talan er um fólk, sum bæði hava áhuga í altjóða menningarsamstarvi og sum hava viðkomandi førleikar ella royndir á økinum.

Nýggju limirnir í nevndini eru:

Annika Hoydal, ljósmóður á Landssjúkrahúsinum. Hon hevur royndir í altjóða menningarsamstarvi og varð útsend fyri Reyða Kross í 2009 og 2010 í Kambodja, har hon var ráðgevari í eini heilsuverkætlan.

Heri Kjærbo er leiðari á boðanardeildini hjá Heimamissiónini. Hann er bankalærdur og hevur síðani tikið hægri útbúgving í missiologi. Hann hevur átta ára royndir sum trúboðari og í hjálpararbeiði í Tansania.

Jens Helgi Toftum er fulltrúi í Fiskimálaráðnum. Hann er fiskivinnufrøðingur og hevur drúgvar royndir í altjóða samráðingum og nevndararbeiði.

Nicolina Lamhauge er búskaparfrøðingur hjá OECD í París við m.a menningarsamstarvi. Hon er BA í geografi og búskapi og MA í altjóða menningarsamstarvi. Hon hevur harumframt royndir frá felagsskapi í Bangladesj, ið veitir mikrolán.

Fimti nevndarlimurin er Tommy Petersen, stjóri í FAS. Hann er løgfrøðingur og hevur drúgvar royndir í almennari fyrisiting. Hann hevur harumframt altjóða royndir bæði sum ráðgevari hjá DANIDA og sum føroyskur samráðingarleiðari mótvegis ES.

Nevndin skipar seg sjálv við formanni og næstformanni á fyrsta nevndarfundi, sum verður í næstum.