Fimm palestinar dripnir í Gaza í morgun

Ísraelski herurin váttar, at fimm palestinar eru dripnir í Gaza í morgun

Fimm palestinar vórðu í morgun dripnir av ísraelskum hermonnum í Gazabýi, eftir at teir fóru um sokallaðu gulu linjuna, upplýsir ísraelski herurin.

Tað skrivar ísraelski miðilin The Times of Israel.

Gula linjan er økið, har ísraelski herurin framvegis virkar í Gaza, eftir at vápnahvíldin millum Ísrael og Hamas kom í lag.

Sambært ísraelskum miðlum heitir ísraelski herurin á íbúgvarnar í Gaza um at "fylgja boðum og ikki nærkast hermonnum, sum eru staddir í økinum".