Formansskapurin í Løgtinginum á vitjan í Kanada

Í døgunum 6-9. oktobur í ár hevur Formansskapurin í Løgtinginum verið á vitjan í Ottawa í Kanada.

Á túrinum hevur Formansskapurin vitjað í kanadisku tingunum, bæði í House of Commons og í Senatinum, har fundir vóru við forfólkini, ávikavist Francis Scarpaleggia og Raymonde Gagné, eins og Formansskapurin fekk kunning um skipanirnar í tingunum báðum, og høvið at fylgja einum spurnarorðaskifti í House of Commons.

 

Formansskapurin hevur eisini vitjað í Hægstarætti, har greitt varð frá stjórnarskipanini í Kanada, eins og støðuni hjá Quebec aftaná fólkaatkvøðuna í 1995. Formansskapurin vitjaði eisini Elections Canada, sum er myndugleikin, ið stendur fyri valunum til ymisku tjóðar- og landspartatingini í landinum. Formansskapurin vitjaði stjórnarskrivstovuna hjá Quebec í Ottawa, har greitt var frá politisku søguni hjá Quebec.

 

Formansskapurin hevði eisini fund við David Perry, ein av fremstu serfrøðingunum innan kanadiskan trygdar- og verjupolitikk umframt Kasper Ladegaard, trygdarattaché hjá Danmark í Kanada, har greitt bleiv frá trygdar- og verjupolitikki í norðurhøvum.

 

Formansskapurin hevði eisini fund við umboð fyri kanadisku skattamyndugleikarnar (Finance Canada Tax Legislation Division), fiskivinnumyndugleikarnar (Fisheries and Oceans Canada) og Conference Board of Canada, sum er ein av fremstu tankasmiðjunum við serkunnleika í kanadiskum búskapi og heilsupolitikki. Formansskapurin hitti eisini danska sendiharran í Kanada, Nikolaj Harris.

 

Hóast sera ymisk í stødd, minna Føroyar og Kanada ikki sørt um hvørt annað, tá ræður um stjórnarviðurskifti. Kanada er sjálvstøðugt land undir bretsku krúnuni, og sum aftur er býtt upp í lutvíst sjálvstýrandi lond og økir, har partar av lóggávuni eru galdandi fyri alt samveldisríkið, meðan annað er sjálvstøðug lóggáva fyri einstøku londini og økini.

 

Føroyski sendimaðurin í USA, Bjørn Kunoy hevur saman við donsku sendistovuni í Kanada lagt túrin til rættis fyri Formansskapin, og varð hetta ein sera áhugaverd og vælskipað skrá fyri vitjanina.

 

Formansskapurin kom aftur til Føroya fríggjakvøldið 10. oktobur.