Í síðstu viku var Bólið í Dagstovninum á Flatinum á Oyri merkt av rættiligum veitsludámi, tá stovnurin gjørdist 35 ár, og heili fimm starvsdagar vóru at heiðra.
Sólrun Dam og Lis Gregersen høvdu 35 ára starvsdag, Jana Madsen hevði 20 ára starvsdag, og Hjalmar Johannesen og Anna Maria Hansen høvdu 15 ára starvsdag.
Eisini hevði Dagstovnurin á Flatinum 35 ára føðingardag, hóast stovnurin sjálvur bert er 20 ára gamal.
Dagstovnurin á Flatinum er nevniliga framhald av dagstovninum á Oyri, sum læt upp í august 1990 - ella fyri 35 árum síðan.
Dagurin varð hildin við sangi frá børnunum, hugleiðingum frá Rosu Prestá, røðu frá Eyðstein Zachariasen, borgarstjóra í Sunda kommunu, handan av gávu og einum stórum køkuborði.
##med2##
Eisini var ein myndaframsýning við gomlum myndum frá seinastu 35 árunum.
- Vit takka Sólrun, Lis, Janu, Hjalmari og Onnu Mariu fyri árini. Takk fyri, at tit altíð hava verið so væl um okkara børn. At tit hava víst teimum kærleika, tolsemi og nærveru. Støðug og góð starvsfólk sum tit eru gull verd fyri okkara kommunu.
Soleiðis siga tey í Sunda kommunu í dag.
##med3##
##med4##