Ítróttur
Í sendingini skuldu ítróttaskrivararnir hjá Sosialinum, Dimmalætting og Oyggjatíðindi hvør í sínum lagi gera eina meting um, hvat ítróttaravrik teir hildu vera tað besta í 2007. Tað vóru sjálvandi hópin av nøvnum, sum vóru uppi og vendu hjá teimum trimum, men í seinasta enda var rættiliga stór semja um, hvørji tey fimm ovastu nøvnini skuldu verða.
Tey fimm, sum nú skulu kappast um heiðurin, eru Pál Joensen (svimjing), Katrin Olsen (kappróður), Elspa Mørkøre (svimjing), Rógvi Jacobsen (fótbóltur) og U21-landsliðið í mansfótbólti.
Atkvøðugreiðsla fer nú fram millum hesi fimm, og verður hendan skipað á heimasíðuni hjá Útvarpinum, www.uf.fo. Tann 29. desember verður skipað fyri stórum gallakvøldi á Rex í Havn, úrslitið av atkvøðugreiðsluni verður almannakunngjørt. Umframt at finna ársins ítróttanøvn verða ársins tónleikanøvn eisini funnin her.