Tað gjørdust tey fimm, Hjalti Weihe, Ronja Rúnadóttir, Óðin Ellefsen, Albert MacDonald og Oddvør Ellingsgaard Dam, sum vunnu teknikappingina á Heystfagnaðinum Eini 500 børn tóku lut í teknikappingini hjá Listasavninum á Heystfagnaðinum herfyri.
Frá Listasavinum frætta vit, at sera nógvar góðar og spennandi myndir vóru teknaðar hesar dagarnar, og hava tey valt fimm myndir út, eina fyri hvønn av teimum fimm aldursbólkunum.
Í aldursbólkinum 0 - 3 ár vann trý ára gamli Hjalti Weihe úr Hósvík. Hann hevur teknað eina gula strikutekning av tveimum figurum, har annar teirra flýgur móti hinum.
Í aldursbólkinum 3 - 5 ár vann fimm ára gamla Ronja Rúnadóttir úr Havn. Hon hevur teknað eina litfagra mynd av eini glaðari gentu í regni, einum súreplatræi og einum stórum hjarta.
Í aldursbólkinum 5 - 8 ár vann seks ára gamli Óðin Ellefsen úr Havn. Hann hevur teknað ein pinnamann, sum stendur heldur niðarlaga í vinstra horni á myndini. Nógv luft er aftanfyri og rundan um mannin og vísir okkum á tann lítla einstaklingin í tí stóru verðini.
Í aldursbólkinum 8 - 12 ár vann 10 ára gamli Albert MacDonald úr Århus í Danmark. Hann hevur teknað ein diskodansandi mann í gulum buksum, reyðbrúnari russarahúgvu og sólbrillum. Albert hevur bygt myndina upp við nógvum fýrkantaðum puntum við diskoljósi í.
Í aldursbólkinum 12 - 16 ár vann 15 ára gamla Oddvør Ellingsgaard Dam úr Havn. Hon hevur teknað eina unga kvinnu í fínum kjóla, sum sprettir upp úr jørðini. Myndin er væl teknað og hevur serliga fínar og skyggjandi litir í kjólanum.
Vinnararnir fáa ein góðan vinning sendan frá Listasavni Føroya í vikuni.