NSÍ varð stovnað í 1957. Tað vil siga, at tað eru fimmti ár síðani, at Nes Sóknar Ítróttarfelag sá dagsins ljós. Tá var tað fyrst og fremst sum kappróðrarfelag og hondbóltsfelag. Í 1976 snoddaði felagið fyrstu ferð til bestu deildina. Tað gekk leingi upp og niður. Men seinastu tíggju árini hevur NSÍ verið fastur partur av bestu deildini.
Enn hevur tað ikki eydnast 50 ára føðingardagsbarninum at vinna FM. Tað pínir í størstu kommununi í Eysturoy. Trý feløg í oynni hava verið meistarar tíggju ferðir tilsaman, men NSÍ eigur einki FM heiti at vísa á. Besta árið var 2002, tá ið NSÍ vann higartil einasta lutin í Løgmanssteypinum, og tá ið teir í landskappingini vunnu silvur. NSÍ fær ikki Løgmanssteypið í 50 ára føðingardagsgávu. Hvussu tað verður við FM heitinum valdar stór óvissa um.
NSÍ kapprennur við tíðina. Nýggi venjarin, Johan Nielsen, sum er tann royndasti og mest vinnandi av øllum venjarum í Føroyum, hevur síðani tíðliga í vetur arbeitt miðvíst við at leggja støði undir grundspæl. Tað hevur gingið rætta vegin, men um hetta fer at bera heiðursmerkir og kanska fyrsta FM heitið við sær, er óvist – bæði í Runavík og aðra staðni kring landið.
Ungir menn á veg
Fleiri av teimum, sum seinastu árini hava verið fastir menn í NSÍ, hava ikki fingið nýggjan møguleika at spæla seg til pláss á besta liðnum – eitt nú Viggo Johannesen, Jónstein Petersen og Sonni L. Petersen. Størsti profilurin seinastu árini, Christian Høgni Jacobsen, er burtur.
NSÍ eigur fleiri ungar og evnaríkar spælarar. Jens Martin Knudsen og Pól Thorsteinsson eru superveteranar, og millum ungu menninar, sum tað verður roknað við og vónað skulu gera seg galdandi, eru Jústinus R. Hansen, Andy Olsen, Bogi Løkin og Øssur Dalbúð. Við sær av Skála hevur Johan Nielsen hjálparvenjaran Paula Poulsen og ungu og fyrrverandi NSÍ spælararnar Debus Danielsen og Johan Troest Davidsen.
Og so eru tað nýggju og royndu profilarnir, ið eru keyptir til Runavíkar at syrgja fyri so glæsiligari gullbrúdleypsgávu til felagið, sum tað á nakran hátt ber til. Her verður hugsað um framrættaða Hjalgrím Elttør úr KÍ, brasilska álopsspælaran Andersson, sum áður hevur roynt seg á Toftum, álopsspælaran Jónhard Frederiksberg av Skála, og miðvallarsnillingin Nenad Stankovic, sum eisini er komin av Skála.
Um koktailurin hjá NSÍ og Johan Nielsen gongur upp, so kann tað fara at bera langt. Spurningurin er, um tað verður í 50 ára føðingardagsárinum, ella um tey í Runavík framvegis skulu bíða eftir fyrsta FM heitinum.