Bergtøka hevur verið drívandi megin hjá filmsleikstjóraparinum Moten Henriksen og Lise Lense-Møller gjøgnum tey 7 árini, tey hava arbeitt við filminum ?Fimti veturin hjá magnetisørinum?. Filmurin er vorðin ein stórfilmur á 32 milliónir krónur. Hann byggir á eina skaldsøgu frá 1964, ið kendi svenski rithøvundurin, Per Olov Enquist, hevur skrivað.
Hendingagongdin
Hendingarnar í filminum fara fram í 1820 og eru um magnetisørin Friedrich Meisner, ið kemur til ein lítlan svenskan bý. Hann ber listarliga fram, at hann við eitt sindur av hypnosu og healing kann grøða sjúkur, ið læknarnir í býnum einki fáa gjørt við.
Hetta verður byrjanin á einum sorgarleiki um tølan og gand, kærleika og svik.
Bygdur á veruleikan
Persónurin Meisner er bygdur á veruligan persón. Nevniliga týska læknan og magnetisørin, Franz Anton Mesmer, ið livdi frá 1734 til 1815. Lagna hansara var eins sorgarlig og hon var spennandi. Hann førdi fram magnetismuna. Tað vil siga, at hann meinti, at hann hevði funnið eina serliga gjøgnumtreingjandi megið ella steym, ið hevði ávirkan á heilsu menniskjans. Við magnetum - og við síni hábærsligu nærveru - helt hann, at hann kundi ávirka hesa megi, og harvið eisini lekja sjúkar, nervaveikar sjúklingar.
Royndirnar og væl eydnaðu úrslitini hjá Mesmer vóru millum annað íblástur fyri Freud í uppbyggjan hansara av sálargreiningini. Men magnetisman hevur eisini aðrar meira alternativar tættir við sær - sum healing og spiritismu - ið eru við til at gera hana til eitt viðkvæmt evni og samstundis burturvísta frá náttúruvísindini, tá eins og nú. Hetta gjødist fall Mesmer eftir eitt langt lív fylt av ógvusligum við- og mótráki.
Skandinaviskt
í odd og egg
Lagnan hjá Mesmer hevur givið íblástur til tann spennandi og skakandi filmin við skandinavum leikandi bæði høvuðs- og hjáleiklutirnar. Tann sermerkti danski films- og palsleikarin Ole Lemmeke hevur leiklutin sum magnetisørurin Meisner. Ole Lemmeke hevur fleiri ferðir vunnið ymiskar heiðurslønir fyri kynstur síni á leiktjaldinum.
Undir liðini á Ole Lemmeke eru tveir av best umtóktu svensku leikarunum í løtuni. Tann eini er Johanna Sällström, ið er ein evnarík ung stjørna á veg uppeftir. Johanna Sällström spælir leiklutin sum tann blinda Maria, ið verður lekt av Meisner og gerst ásttikin í honum. Leiklutin sum pápi hennara spælir tann royndi og vælumtókti Rolf Lassgård, ið nógv kenna frá sjónvarpsrøðini, ið gjørd er eftir krimi skaldsøgunum hjá Sjöwall & Wahlöo. Rolf Lassgård var eisini við í sterka svenska filminum Veiðumenninir.
Leikstjórin og framleiðslustjórin eru báðir danir, men Svøríki og Noreg hava eisini sín leiklut í verkætlanini. Øll trý londini hava sett pening í filmin, ið er tikin upp í norska træbýnum Røros og í Olso. Upptøkurnar vardu tríggjar mánaðar seinasta vetur í nógvum kulda, og øll frá filmsliðnum eru samd í, at tað var hart meðan tað vardi. Men nú komið er til eitt úrslit, er einki at ivast í, at stíðið hevur lønt seg. Øll - ikki minst Per Olov Enquist - eru meira enn væl nøgd við lidna filmin, ið varð frumførdur seinast í farna mánaði - og sum nú um dagarnar er at síggja í Havnar Bio.
fakta um
Filmurin er bygdur á skaldsøgu frá 1964 hjá svenska rithøvundanum Per Olov Enquist. Filmurin ber sama heiti sum skaldsøgan. Hann er leikstjórnaður av Morten Henriksen, ið somuleiðis hevur skrivað filmshandritið saman við Jonas Cornell og Per Olov Enquist sjálvum. Jonas Cornell hevur arbeitt tætt saman við Morten Hendriksen viðvíkjandi tveimum av nógvu útgávunum av filmshandritinum. Peter Olov Enquist hevur við jøvnum milum millumbilum lisið handritini og er komin við viðmerkingm og uppskotum um rættingar.
Leikaraskarin telur »sterkar« skandinaviskar leikarar, sum t.d. Ole Lemmeke, ið m.a. var við í filmunum Himmel og Helvede og í De Nøgne Træer. Ein annar er Rolf Lassgård, ið var við í sjónvarpssendirøðini við heitinum Veiðumennirnir. Johanna Sällström, ið hevur kvinnuliga høvuðsleiklutin er kend úr filminum Under Ytan. Aðrir kendir leikarar eru Gard Eidsvold, Robert Skjærstad, Erland Josephson (hevur leikt í fleiri Bergmann-filmun), Björn Granath (Pelle Erobreren) og Stina Ekblad.
Fimti veturin hjá magnetisørinum er upptikin í Noregi, í lítla býnum Røros, í Olso og hjá Norsk Film í Jar. Eftirviðgerðin er gjørd í Danmark.