Lagt verður upp til eitt brak av einum dysti, tá ið VB tekur ímóti Neistanum í seinnu hálvfinaluni í Sunset kappingini. Fyrri dysturin í høllini á Hálsi endaði við javnleiki 26-26, og tí er einki sum helst avgjørt undan seinna hálvfinaludystinum í Vági sunnudagin.
Um Neistin ætlar sær í finaluna, so skulu tær finna spælið fram, sum tær vístu í fyrra hálvleiki ímóti VB seinasta vikuskiftið. Her spældi Neistin skjótan og góan hondbólt, og hetta gav teimum eina fimm mála leiðslu í hálvleikinum.
VB skal hinvegin í sínum lag royna at gloyma alt um fyrra hálvleikinum á Hálsi síðsta vikuskiftið, og í staðin venda eyguni ímóti seinna hálvleiki. Her var VB oman á at kalla allan vegin, og vísir VB hetta spælið í høllini í Vági sunnudagin, so verður ikki lætt hjá Neistanum.
VB fingið betri tak á Neistanum
Neistin var væl betri enn VB í grundspælinum, og eitt skifti var Neistin eisini oddalið í bestu vinnudeildini. Í fyrra partinum av kappingarárinum hevði Neistin eisini sera gott tak á kvinnunum úr Vági. Fyrri dysturin í grundspælinum var í Havn, og hesin endaði við einum tryggum 9 mála sigri til Neistin.
Onkur væntaði helst, at dysturin í Vági fór at gerast meir spennandi, men so var ikki. Her bukaði Neistin heimaliðið av við 13 málum, og sostatt vann Neistin stórt í báðum dystunum í grundspælinum.
Í endaspælinum vóru dystirnar heldur javnari. Fyrra dystin vann Neistin við trimum málum í Havn, og í seinna dystinum var um reppið, at VB fekk stig. Her taptu tær við einum máli, men úrslitini vóru bara batnaði ígjøgnum árið.
Seinast hesi bæði liðini møttust var í fyrru hálvfinaluni, og her bragdaði endiliga hjá VB. Eftir at hava verið aftanfyri við fimm málum í hálvleikinum, so eydnaðist teimum at fáa javnleikin, og sostatt hava tær eitt gott útgangsstøðið undan seinna hálvfinaludystinum á heimavølli.