Geir Lippestad, sum var høvuðsverji hjá Breivik, hevur fyrr greitt frá, at hann fekk drápshóttanir, tí hann var verji hjá Breivik, og nú sigur ein av
hinum verjunum, Vibeke Hein Bera, at tað sama hendi henni. Frá børnum sínum fekk hon at vita, at onkur hevði sett ein prís á hennara høvd, sum hon orðar tað.
-Børnini vóru bangin, og hetta var ógvuliga óhugnaligt, sigur Vibeke Hein Bera við norska kringvarpið. Hon sigur, at hon fekk hóttanir andlit til andlits og ígjøgnum telefonina.
?-Tað mest reiðiliga er at tosa við fólk andlit til andlits, so ein kann siga sína hugsan. Nakrar ferðir havi eg eisini fingið høvi til at greiða fólki frá mínum arbeiði, sigur hon. ?
Vibeke Hein Bera sigur, at aftan á hóttanirnar vórðu ávís trygdarfremjandi tiltøk sett í verk í samráð við løgregluna, men hon vil ikki siga, hvat tað var. Men tey hava virkað væl, leggur hon afturat.
Ovfarin
Undan rættarmálinum ímóti Anders Behring Breivik vóru tað mong, sum settu spurnartekin við, um maðurin yvirhøvur skuldi fáa nakran verja í rættinum. Vibeke Hein Bæra sigur, at hon dugir væl at skilja, at fólk hugsaðu soleiðis, og hetta hevði hon eisini væntað.
-Tað er væl skiljandi, at fólk hugsa soleiðis, tá tað snýr seg um eitt mál, sum hevur vakt so nógvar kenslur, so nógva øði og so nógva sorg. Hetta hevur eisini gjørt, at vit hava verið fyri hendingum, sum eingin okkara ynskir sær, og sum heldur ikki erru vanligar í sambandi við revsimál, sigur hon. Men alt hevur ikki verið líka neiligt.
-Tað eru eisini mong, sum hava verið jalig, og eg eri ovfarin av, at so nógv siga seg duga at skilja, at eisini Breivik hevur rætt til verju, og at tað er ein sera, sera týðandi partur av okkara rættarsamfelag, sigur Vibeke Hein Bæra við NRK.