Fingu rimmar kalva í Norðurnoregi

Tvey ung fólk fingu ein ovurstóran kalva, tá ið tey fríggjadagin vóru og dyrgdu í Gisundinum í Norðurnoregi.

18 ára gamla Cecilie Pettersen og 19 ára gamli Egil Olsen vóru úti við einum plastbáti við páhangara, og knappliga var okkurt tungt á.

60 kilo tungi kalvin var ikki so at syfta. Hann dró bátin eftir sær móti streyminum, men tað gingu tó bara fáir minuttir, til fiskurin var innanborða.