Fingu Serbia og Ísrael

Føroyska hondbóltslandsliðið skal í januar mánaði spæla EM-undankappingardystir móti Serbia og Ísrael. Tað var úrslitið, nú lutakastið til EM-undankappingina var á skránni. Og Føroyar fara at taka lut, sigur formaðurin í HSF, Kristian Johansen. - Tað er einki at tosa um. Vit síggja ikki hesa luttøkuna sum nakran trupulleika, men heldur sum eina velduga avbjóðing, sigur hann.

Dystirnir móti Serbia standa á skránni at verða spældir 2. til 4. januar, meðan teir móti Ísrael skulu spælast tann 9. til 11. januar. Kristian sigur, at tey nú fara at samráðast um, hvørt tað er møguligt at broyta skránna, soleiðis at fleiri enn tveir av dystunum kunnu spælast í Føroyum.