Finn Danberg er útbúgvin cand. merc.aud. og hevur arbeitt sum bankamaður í mong ár. Seinni hevur hann fingið sær útbúgving sum maskinmeistari og siglt hjá Mærsk og seinni við grønlendskum havrannsóknarskipi, til hann nú byrjar í stjórastarvinum á Lyfta.
Við Sosialin í dag sigur hann, at hann er maskinmeistari og hevur royndir við fyrisiting, so hetta er ein sera spennandi og øðrvísi uppgáva.
– Eg gleði meg til at royna hesa nýggju leiðina, har eg saman við okkara sera dugnaligu starvs fólkum framhaldandi fari at veita okkara kundum eina dygdargóða tænastu, sigur Finn Danberg við Sosialin.
– Vit eru amboðsdeildin hjá føroyska vinnulívinum. Vit leiga arbeiðstól út í øllum støddum. Tað kann til dømis vera málarameistarin, sum skal mála ein bygning ella ein byggimeistari sum skal bygg ja eini hús ella gera ábøtur, ella ein skipasmiðja sum skal byggja eitt skip. Líka mikið hvør uppgávan er, so ber til at leiga sær arbeiðsamboðið frá Lyfta til júst tað arbeiðið.
##med2##
– Lyfta hevur oman fyri 800 maskinur og amboð, sum t. d. lyftir í øllum støddum, trukkar, gravimaskinur, blandimaskinur, betongfresarar, betongslíparar, skeriamboð, brekkarar, skeriborð og stillass til leigu.
– Tað er ein stórur fyrimunur at leiga heldur enn at eiga, sigur Finn Danberg, tí ofta er tørvurin á einari maskinu ella amboði einans í eitt styttri tíðarskeið, og tá loysir tað seg ikki at gera eina millióna íløgu í eina maskinu. Tískil er tað munandi betri at leiga heldur enn at eiga.
##med3##
– Umframt at vera landsins størsti veitari av leiguamboðum, hevur Lyfta eisini sína egnu flutningstænastu, ið bæði leverar og heintar leigaðu amboðini, sigur Finn Danberg, nýggi stjórin í Sp/f Lyfta í samrøðuni í Sosialinum í dag.
##med4##