Bjasrgingarliðini í Ný Sælandi vænta ikki at finna fleiri fólk á lívi undir húsaleivdunum í býnum Christchurch. Tað sigur Jim Stuart-Black, sum stendur á odda fyri bjargingarliðunum.
-Eg havi tosað við avvarandi hjá fólki, sum ikki eru komin afturíaftur síðani jarðskjálvtan, og eg havi sagt teimum, at tað er einki minni enn eitt undur, skuldu vit funnið onkran afturat á lívi, segði Jim Stuart-Black í morgun.
Fyrradagin søgdu ný sælendsku myndugleikarnir, at umleið 200 fólk vóru ikki komin afturíaftur eftir jarðskjálvtan, men nú verður sagt, at tað rætta talið er nakað oman fyri 50. Higartil eru 148 funnin deyð.