Lord Maculay segði í 1828, at vitan gongur framá í stevum og ikki í lopum ? hetta, og føroysk samferðslusøga, átti at verið obligatoriskur lesnaður hjá Finnboga Arge og umsiting hansara.
Føroysk samferðslumenning er í vanda fyri at verða dripin av hugburðinum, har hjólið verður uppfunnið fyrstu ferð anno 1997 ella anno 2000, sum tað sær út viðvíkjandi tunnilsgerð. Vit fingu í skjótt farna ári eina frágreiðing frá Vinnumálastýrinum um samferðslu, har cost-benefit kanningarnar millum annað vóru prentaðar. Í tí tilfarinum var, sum vit áður hava nevnt, lítil fatan av søguligu gongdini í føroyskari samferðslumenning. Skal eitt nýtt dokument skrivast, ið skal vera grundarlag undir orðaskifti um føroyska samferðslu, so má tað vera eftir samrøður við fólk, ið hava royndir innan økið, samstundis sum allar relevantar keldur verða funnar. Bert tað, at man minni enn eitt ár aftaná eina í vavi stóra samferðslufrágreiðing, tosar um eina nýggja, sær út sum ein falliterklering fyri Finnboga Arge. Kanska ásannar hann, at óansæð hvussu teoretiskt rætt bygnaðurin í slíkum arbeiði er smíðaður, so smokkar hann, um hann er funderaður á mórubotn.
Finnbogi Arge er endurgivin fyri, í samband við Landsverksfrøðingsmálið at siga, at man hevur megnað at ruddað upp á SL. Illa er ruddað á SL, um raksturin bert gerst dýrari og dýrari, hóast inntøkurnar eru hækkaðar við flogrutuni og við umskipan av farstøðini. Útreiðslurnar eru lækkaðar við einum stórum ferðamannaskipi minni í flotanum, ongari Skotlandssigling og tað mesta av tíðarskeiðnum við ongari Skálafjarðarsigling. Vit hoyrdu um 40% í rakstrarsparing einaferð. Hvar eru hesi eftir øllum at døma ódrúgvu prosent farin? Var tað kanska soleiðis, at man ikki setti hesi prosent upp ímóti einari talseriu, men heldur nýtti eitt einstakt tal, ið samanberarin sjálvur hevði verið við til at sett upp? Hesar spurningar kundi ein við rímiligheit sett Finnboga Arge, nú hann enn einaferð hevur trupulleikar við sínum málsøki..
Ein kundi eisini spurt Finnboga Arge, um omanfyristandandi er tað, ið væntast kann fyri Landsverkfrøðingin? Hvørja ferð ein játtan ikki hækkar meira enn lønarvøksturin, skal so skerjast í tænastustøðinum? Skal játtanin til Landsverkfrøðingin í framtíðini hækkast árliga vegna »óvæntað« viðlíkahald, hóast hettar vanliga er ein integreraður partur í rakstrinum?
At Vinnumálastýrið hevur umlagt skipanina við vørugjøldum og øðrum, soleiðis, at hettar kostar millum 2 og 3 milliónur fyri SL árliga, er ikki framúr skilagott, men Finnbogi Arge liggur við hesum, sum hann sjálvur hevur reitt. Tað ber ikki til at noyða tingið at kompensera fyri óumhugsni hjá Landsstýrismanninum á økinum, hóast hettar sjálvsagt er harmiligt fyri leiðsluna á SL.
Vit hava í samband við Landsverkfrøðingsmálið nevnt tað politiskt óbúna í at koma við úttalilsum um dygdina á nøkrum, ið ikki hevur staðið sína roynd. Tað eru tveir mátar at koma burtur úr slíkum, um tað ikki gongur sum landstýrismaðurin frammanundan hevur avgjørt, at tað kemur at ganga. Ein máti er, at landstýrismaðurin viðgongur, at hann kanska var eitt sindur bráður í sínum úttalilsum og disponerar eftir tí. Hin mátin, ið er minni tespiligur og minni virðiligur, er at royna at fáa síni útsøgn at gerast sjálvuppfyllandi profetiir við millum annað at royna at geva Løgtinginum alla skyldina av trupulleikunum í sínum málsøki.