Finnbogi Arge norðurlendskur KT-málaráðharri

Á fundi hjá norðurlendska samstarvsmálaráðnum varð í síðstu viku avgjørt at skipa eitt ráð við KT-málaráðharrum

Norðurlond fáa eitt ráð fyri KT-málaráðharrar. Hetta varð avgjørt á fundi hjá norðurlendska samstarvsmálaráðnum í Keypmannahavn mikudagin 13. januar.

Endamálið við nýggja KT-ráðnum er, at norðurlendsku ráðharrarnir við jøvnum millumbilum kunnu skifta royndir ímillum sín og viðgera ætlanir fyri menning av kunningartøkniliga samfelagnum.

Í norðurlendska KT-ráðnum sita Jan Trøjborg úr Danmark, Jouni Backman úr Finnlandi, Davíd Oddson úr Íslandi, Lars Sponheim úr Noregi, Bjørn Rosengren úr Svøríki, Finnborgi Arge úr Føroyum, Peter Grønvold Samuelsen úr Grønlandi og Roger Nordlund úr Álandi.