Finnland vann á Ísrael - EM-gøtan er greið hjá føroysku kvinnunum

Føroysku hondbóltskvinnurnar kunnu vinna seg í høvuðsundankappingina við javnleiki ella sigri á Ísrael í morgin klokkan 16

 

Finnland vann á Ísrael

Finnland vann á Ísrael

Úrslitini hava higartil lagað seg hjá føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti í EM-undanundankappingini sum er í Føroyum í hesum døgum.

 

Í gjár vunnu føroysku kvinnurnar 21-19 (9-10) á Finnlandi, og í kvøld hevur Finnland vunnið 28-24 á Ísrael. Í steðginum var Finnland á odda 14-10. Tað nærmasta Ísrael kom finsku leiðsluni í seinna hálvleiki var við støðuna 17-20 og 24-27 heilt móti dystarenda. 

 

Gøtan er nú greið hjá føroysku kvinnunum at vinna seg í høvuðsundankappingina, har Danmark, Rumenia og Eysturríki bíða í høvuðsundankappingini.

 

Klokkan 16 í morgin spæla Føroyar móti Ísrael í høllini á Hálsi í Havn, og fær føroyska liðið ein javnleik ella ein sigur móti Ísrael hava Føroyar vunnið seg víðari til høvuðsundankappingina.

 

Ísrael má vinna á Føroyum við seks málum ella meir fyri at vinna seg víðari til høvuðsundankappingina. Ein sigur til Ísrael uppá fimm mál ella minni enn tað sendir Finnland víðari til høvuðsundankappingina við best málmuni um øll trý liðini enda á tveimum stigum. Vinnur Ísrael t.d. við fimm málum hava tær pluss eitt og Finnland pluss tvey, og Føroyar minus trý. Lat okkum bara vóna, at tað ikki kemur hartil. 

 

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum millum Føroyar og Ísrael á FM1. Sigrun Mikkelsen verður viðmerkjari til dystarfrásøgnina. 

 

Øll kunnu hoyra FM1 á  www.midlar.fo

 

Støðan:

 

1. Føroyar 1 dystur 21-19 2 stig

 

2. Finnland 2 dystir 47-45 2 stig (Føroyar betri innanhýsis)

 

3. Ísrael 1 dystur 24-28 0 stig 

 

Vinnarin fer í undanbólk 2 har hini liðini eru Danmark, Rumenia og Eysturríki. 

 

 

 

 

 

Finnland vann á Ísrael

Finnland vann á Ísrael