Finnur gav sær sjálvum fína føðingardagsgávu

2-0 heimasigurin ímóti B68 í kvøld ber við sær, at Víkingur hevur ikki tapt í 10 mánaðir

Poul Kallsberg staðfesti 2-0 sigurin. Hetta var fyrsta málið hjá honum í ár

Oyggjauppgerðin í Sarpugerði í kvøld endaði við 2-0 heimasigri. Bæði málini vórðu skorað í seinna hálvleiki.

 

Í fyrradagin fylti Finnur Justinussen 35 ár, og í kvøld var tað føðingardagsbarnið, sum átta minuttir eftir steðgin legði Víking á odda. Tað er stór kapping um fremsta plássið hjá Víkingi, og tá ið álopsspælarar fyrst og fremst verða vigaðir á málvektini, so hevur tað stóran týdning fyri fremsta mannin at vera á rætta staðnum í røttu løtuni.

 

Uppleggið til 1-0 málið átta minuttir eftir steðgin átti Bergur Gregersen, sum í kvøld var á beinkinum og beinanvegin eftir steðgin avloysti Inga Jonhardsson.

 

Hetta var triði landskappingardysturin í ár. Víkingur hevur fulla úrtøku, og Finnur Justinussen hevur skorað mál í øllum trimum dystunum. Sambært faroesoccer.com hevur hann skorað 123 mál í 242 landskappingardystum í bestu deildini.

 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki var tað sera væl upplagdi Poul Kallsberg, sum økti um munin til 2-0, tá ið hann dygst út frá handara stólpanum fekk skava bóltin í netið, eftir at væl upplagdi miðvallarin Aron Jarnskor Ellingsgaard aftarlaga av mótstøðuhálvuni og í høgru royndi seg við innleggi.

 

2-0 sigurin er 16. ferðin á rað, at Víkingur fer av vøllinum við fullari úrtøku. Víkingur hevur ikki tapt síðani 10. juni í fjør, tá ið tað endaði við 3-2 tapi í Sørvági.  

 

Toftamenn vóru sera raskir. Teir megnaðu allan fyrra hálvleik at halda tørn, og hóast heimamenninir vóru væl meiri á bóltinum og í fyrra hálvleiki vunnu seg til fleiri hornaspørk, so var B68 ikki niðurspælt.

 

Beinanvegin eftir steðgin, og tá ið tað framvegis var málleyst, hevði Villiam Emil Klein góða roynd ímóti málinum hjá Víkingi, uttan at tað eydnaðist at skora.

 

Eftir at heimaliðið hevði fingið hol á, var tað eingin ivi um, hvør fór at vinna stigini, men hugburðurin hjá B68 var alla tíðina góður.

 

Sunnudagin verður Víkingur partur av grannauppgerð í Fuglafirði, og tá fær B68 vitjan av HB.

 

Poul Kallsberg staðfesti 2-0 sigurin. Hetta var fyrsta málið hjá honum í ár