Toppskjúttin í føroysku kappingini og ársins stjørnuskot er í løtuni í Svøríki, har hann venur hjá Gefle, sum spælir í bestu deildini. Dimmalætting skrivar, at tað er Hans Jacob á Líknargøtu, umboðsmaður, sum hevur fingið royndarvenjingina í lag. Ikki óvæntað eru tað mongu málini her í Føroyum, sum hava gjørt Finn serstakliga áhugaverdan hjá svenska felagnum, sigur umboðsmaðurin við Dimmalætting.