Fiskikapping við tráðu

Í morgin klokkan 14 verður ein stuttlig fiskikapping á eystara armi á Skálafjørðinum, sum borðtennisfelagið Nykur á Toftum skipar fyri. Fleiri vinningar verða latnir. Í kappingini verður bara fiskað við tráðu uppi á landi, og fiskast kann bæði við vanligar bambustráðu og sleingitráðu, húki og/ella pilki.

Øll kunnu luttaka í kappingini, og loyvt er at fiskað á øllum støðum, heilt av Neshamri og inn til bátahylin á Skipanesi.

Hetta er ein kapping, har øll kunnu verða við, bæði gentur, dreingir, kvinnur og menn - og hetta er eisini eitt gott høvi hjá foreldrum at hava eina stuttliga og hugnaliga løtu saman við sínum børnum.

Tilmelding fer fram á tlf. 580602, men til ber eisini bara at møta upp klokkan 13.30 við egningarskúrarnar á Toftum og tekna seg.

Kappingin byrjar klokkan 14, tá allir luttakarar skulu verða við skúrarnar.

Luttøkugjaldið fyri hvørju tráðu er 100 krónur, og við skúrarnar kann keypast agn, nylon, húkar og tráður - við ella uttan spøl.

Fimm vinningar eru at vinna, har 1, 2 og 3 fáa vinningar og streyp fyri størsta tal av fiski. Eisini verða vinningar latnir fyri 1) longsta og 2) tyngsta fiskin.

Handan av vinningum og steypum verður undir Kafé Hópinum klokkan 20.30.

Við tilmeldan ber eisini til at keypa sær eina bíliga máltíð við leskandi (eftir ynski) í Kafé Hópinum, har luttakararnir hava høvi at hittast til reyp og hugna eftir kappingina.

Meðan kappingin er, koyra fólk út á støðini, har fólk standa og fiska, at heinta fisk og selja kaffi og sunkist.

Tey, sum hava stuðlað kappingini, eru Berglon (Teymavirkið), P/F Kambur, Hjá Pidda, Brotið og Colorama.

Kafé Hópurin hevur latið steyp og medaljur.