Fiskimannafelagið bjóðar í biograf

Mikukvøldið verðu filmssýning í Havnar Bio, har Fiskimannafelagið bjóðar ókeypis atgongd

Fiskimannafelagið stuðlar filmssýningini Livjatan, sum verður í Havnar Bio mikukvøldið klokkan 20. 

 

Allir fiskimenn við familjum og onnur, ið hava áhuga fyri sjólívinum eru vælkomin at hugna sær. So langt sum røkkur, fáa tey fáa ókeypis atgongumerki frá Fiskimannafelagnum.

 

Ein tíma undan sýningini mikukvøldið, sigur Jan Højgaard, formaður, nøkur orð í Kaffihúsinum, sum er í niðastu hædd í húsunum hjá Fiskimannafelagnum undir Bryggjubakka í Vágsbotni. Síðani er eisini opið hús í Kaffihúsinum til á midnátt.
 
Lesi meira her: http://www.fiskimannafelag.fo/