Øll partrolarapørini uttan tvey eru til fiskiskap í løtuni, og fiskiskapurin hjá partrolarum hevur verið hampiligur í seinastuni.
- Nøkur av pørunum koma inn at landa í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.
Tveir djúpvatnstolarar eru nýliga byrjaðir túr. Báðir fiska svartkalva. Ein frystitrolari er eisini til fiskiskap. Teir fiska eisini svartkalva.
Havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, ger í løtuni yvirlitstrolingar á Føroyabanka. Teir koma helst inn við nakað av hýsu og toski.
Tríggir av teimum smáu trolbátunum eru norðanfyri. Teir fáa mest av hýsu og toski, og allir koma inn at landa í næstu viku.
- Tvey garnaskip fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku. Skipini hava brúkiligan fiskiskap, og øll koma inn at landa í næstu viku, verður lagt aftrat.