Í morgun hevur Kringvarpið saman við umboðum fyri viðkomandi felagsskapir, valt ársins orð. Valið fall á "fiskivinnunýskipan". Í fjør var orðið "hjúnabandslóg".
Tey, sum valdu orðið, vóru Sólva Jónsdóttir, forkvinna í Málráðnum, Jón Brian Hvidtfeldt, formaður í Felagnum fyri Føroysk Miðlafólk og Laila Hentze, umboðandi Felagið Føroysk Marknaðarfólk. Tey skiftu í morgun orð um tey 10 uppskotini, sum vórðu vald úr rúgvuni.
Orsøkin er sjálvandi, at fiskivinnunýskipanin, ella løgtingslógin um fyrisiting av sjófeingi, varð samtykt í ár og hevur verið orsøk til nógv rumbul bæði í politisku skipanini og millum áhugapartar í málinum. Lógin verður sett í gildi 1. januar í 2018.