Fiskur og føroysk pløgg í Vágsbotni

Tað er lív í Vágsbotni í morgun, har systkinabørnini, Mortan Johannesen og Hildigarð Simonsen, eru á marknaðinum við fiskavørum og bundnum klædnapløggum.

- Jú, eg havi verið her fyrr, men tað er nógv hugaligari, tá vit eru tvey. Mortan Johannesen og eg eri systkinabørn, og nú vit standa her bæði - hann við fiskavørum og eg við klædnapløggum, er tað nógv stuttligari.

 

Tað sigur Hildigarð Simonsen á Sandi, sum í morgun er á marknaðinum í Vágsbotni við einari rúgvu av snøggum, heimavirkaðum pløggum.

 

- Eg elski at binda, og eg havi bundið alt hetta sjálv. Her eru mong ymisk klædnapløgg, bæði til vaksin og børn. Øll eru vælkomin at hyggja, um tey hava hug, og eg vænti, at eg standi her til umleið klokkan 15, sigur hon.

 

Mortan Johannesen er sum vant á marknaðinum í morgun við øllum sínum frálíku og vælumtóktu fiskavørum, og her er at kalla alt, tú kanst hugsa tær til ein góðan døgurða - ella til ein góðan nátturðabita.

 

##med2##

 

Hildigarð Simonsen er ófør at binda. Her hevur hon pløgg til bæði vaksin og børn.