Fjórðingsfinalurnar verða leiktar 2. apríl

Fótbóltssamband Føroya hevur í dag sent feløgunum, sum framvegis eru við í steypakappingini, eitt bræv, har nýggj dagfesting til fjórðingsfinalu teirra stendur í.

 

Nýggi leikdagurin er mikudagin 2. apríl, og tá verður leikt soleiðis:

 

Kl.17.00: 07 Vestur - B36

Kl.17.00: HB - TB

Kl.17.00: EB/Streymur - KÍ

Kl.17.30: B71 - AB