Fjarðastevnan fyri fyrstu ferð

Nú um vikuskiftið er Fjarðastevnan farin av bakkastokki fyri fyrstu ferð. Stevnan skal skifta ímillum Strendur, Skála og Vestmanna, og fyrsta stevnan verður hildin á Strondum. ? Tað er ógvuliga týdningarmikið fíggjarliga fyri feløgini at hava eina stevnu. Soleiðis ber til at savna nógvan pening uppá eit vikuskifti, sigur Anfinn Gærdum, sum er formaður í Stráluni

Strendur: Í kjallaranum í bygdarhúsinum á Strondum heldur Strálan til. Strálan, er sum flest øll vita, kappróðrarfelagið hjá vestara armi á Skálafjørðinum.
Inni í kjallararúminum standa fleiri borð við stólum. Eitt stórt sjónvarp við parabolkassum, dvd-spælara og øðrum góðum stendur innast. Fleiri plakatir og myndir hanga á vegginum og á borðinum liggja kortspøl.
Rúmið ber bráð av aktiviteti. Tað luktar av ungdómi, og sum vit standa og eygleiða tær ymsu myndirnar, ger hann eina mikrofon klára. Hann er Anfinn Gærdum, formaður í Stráluni.

Stutt skotbráð

Fjarðastevnan stendur fyri durum. Og hetta er fyrstu ferð at henda stevnan er á skránni. Talan er um eina FM-stevnu, sum skal skiftast ímillum tær báðar stóru bygdirnar á vestara armi á Skálafjørðinum og síðani eisini Vestmanna.
Fyrsta fjarðastevnan verður á Strondum, og tað eru Strálan og StÍF, sum skipa fyri stevnuni.
Anfinn Gærdum, formaður í Stráluni er ein av teimum mongu fyriskiparunum, og hann hevur seinastu dagarnar havt nógv um oyruni.
? Vit hava bara havt tríggjar vikur at fyrireika stevnuna í, so ein kann siga, at skotbráðið hevur verið ógvuliga stutt. Eg taki mær mest av kappróðrinum og dansinum. Vit hava sett eina nevnd við einum góðum samkipara at taka sær av stevnuni, greiðir Anfinn Gærdum frá.
Nógvar kreftir skulu til fyri at stápla eina stevnu uppá beinini, so rokast hevur verið nógv seinastu tríggjar vikurnar. Nógv ymiskt spennandi er á skránni.
? Ein FM-stevna hevur nógv at siga fyri tvær slíkar miðalstórar bygdir, sigur Anfinn.
Ein onnur stevna er eisini á skránni hetta vikuskiftið, og hon er hinumegin fjørðin. Eystanstevnan.
Formaðurin í Stráluni ásannar, at tað er ógvuliga óheppið, at stevnurnar skulu fella samstundis, og skilir hann væl, at fólkini hinumegin fjørðin vísa ónøgd.
? Tað er óheppið, at tað er stevna á øllum fjørðinum, um tú kanst siga tað soleiðis. Tað merkir fíggjarligan miss fyri báðar partar, tí tað verður minni til tann einstaka. Vit fáa ikki gjørt meira við tað sum er nú, men vit vóna, at hetta fer at broytast, og at man kann tosa um tingini, sigur Anfinn Gærdum, sum leggur afturat, at tað er alt annað enn uppbyggjandi at klandrast.
? Í seinasta enda er tað pengar, sum tað snýr seg um.

Fíggjarligan týdning

Tað er ongin loyna, at stevnurnar kring landið hava stóran fíggjarligan týdning fyri feløgini, sum standa aftanfyri tær. Og soleiðis er tað eisini við fjarðastevnuni.
? Fíggjarliga er tað ógvuliga týdningarmikið fyri Stráluna og StÍF at hava eina stevnu. Á henda hátt ber til hjá okkum at savna pengar uppá eitt vikuskifti, tí tað skulu nógvir pengar til at reka eitt felag.
Restina av árinum skipar Strálan millum annað fyri lutaseðlasølu, sjavs, bingo og eisini dansi. Men seinastu tíðina hevur ikki verið so nógv gjørt burturúr dansinum, og vónar formaðurin, at hetta fer at taka seg uppaftur nú.
? Strandingar eru ógvuliga spentir uppá stevnuna, og teir hava tikið væl undir við henni. Tað skulu nógv fólk til at fáa eina stevnu at hanga saman, og serliga nú, skotbráðið er so stutt. Tá er tað ikki bara bara.
Kappróðurin verður í dag, leygardag, klokkan 15. Um alt gongur eftir ætlan og veðrið vil tað sama sum fyrireikararnir og róðrarfólkið, væl at merkja.
Strálan varð sett á stovn í 1989, og bátin fingu tey í 1991. Talan er um seksmannafar, og dreingirnir í felagnum gjørdust meistarar tað árið og aftur í 2000.
? Dreingirnir hava stóran áhuga fyri kappróðri, men tað er truplari við gentumanningunum. Tað hevði frá felagnum verið ynskiligt, at fingið eitt fimm-mannafar, soleiðis at tey ungu kundu komið við og síðani tikið yvir á seksmannaførunum. Vit hava onki neyst enn, men tað fara vit at byggja nú í nærmastu framtíð, tí tað er uppá tíðina, at felagið fær egið neyst, sigur Anfinn Gærdum at enda.

Myndatxt: Anfinn Gærdum, formaður í Stráluni, heldur, at ein FM-stevna hevur stóran týdning bæði fyri bygdina og fyri ítróttarfeløgini á Strondum

Mynd: Jens Kr. Vang