Fjølmentanarvikan er ein mentanarvika, ið hevur sum endamál at fagna, fevna og varpa ljós á mentanarliga fjølbroytnið í føroyska samfelagnum

Fjølmentanarvikan verður sett í Vestmanna

- Í Vestmanna búgva fleiri tilflytarar frá spennandi tjóðskapum, ið hava eina ríka mentan og siðvenju

Fjølmentanarvikan er ein mentanarvika, ið hevur sum endamál at fagna, fevna og varpa ljós á mentanarliga fjølbroytnið í føroyska samfelagnum

Fjølmentanarvikan 2025 verður sett í Vestmanna í seinnu hálvu av oktober.

 

- Fjølmentanarvikan er ein mentanarvika, ið hevur sum endamál at fagna, fevna og varpa ljós á mentanarliga fjølbroytnið í føroyska samfelagnum.

 

Soleiðis siga tey í Vestmanna kommunu í dag.

 

Víst verður á, at í Vestmanna búgva fleiri tilflytarar frá spennandi tjóðskapum, ið hava eina ríka mentan og siðvenju.

 

- Til setanina av fjølmentanarvikuni fara nøkur teirra at vísa á nakað av tí, sum heimland teirra umboðar.

 

Fjølmentanarvikan verður sett í Vestmanna hin 22. oktober, og hon heldur fram í eina viku runt landið.

 

- Skráin fyri setanina verður almenn hálvan oktober, verður lagt aftrat.

 

Fjølmentanarvikan er ein mentanarvika, ið hevur sum endamál at fagna, fevna og varpa ljós á mentanarliga fjølbroytnið í føroyska samfelagnum