– Talan er ikki um eitt endurstovnað felag, men um eitt heilt annað felag, sum einki hevur við tað gamla Sp/f Fjølvinnu at gera. Tað sigur Jógvan Páll Lassen, advokatur hjá Sp/f Fjølvinnu, sum skal gera nýggjárssendingina í Kringvarpinum.
Sambært Jógvan Páll Lassen, so var Kári Durhuus góður við felagið hjá sær, Sp/f Fjølvinna, sum av heilt serligum privatum orsøkum mátti tvingsilsavtakast.
– Felagið skyldaði einki mvg. Talan er um mett mvg, tí felagið ikki hevði latið inn mvg-roknskap eftir at virksemið í felagnum steðgaði, til tað varð avtikið, sigur Jógvan Páll Lassen.
Hann sigur, at nýggja felagið Sp/f Fjølvinna er ikki eitt endurstovnað felag.
– Kári Durhuus hevur keypt eitt annað felag, sum einki hevur við gamla felagið at gera. Hann hevur broytt viðtøkurnar og navnið, men talan er tí um eitt annað felag, sum einki millumverandi hevur við nakran almennan stovn. Miðlahúsið hevur verið ov ókritiskt, og tit áttu at spurt tykkum fyri hjá røttu persónunum, sigur Jógvan Páll Lassen.