Flýggjar undan ófriðinum

Týskur landsliðsframherji ynskir ikki at halda fram í Turkalandi.

Seinasta árið hevur týski landsliðsframherjin, Mario Gomez, verið útleigaður úr italska felagnum Fiorentina til Besiktas í Turkalandi. Hann boðar nú frá, at hann ikki verður verandi í Besiktas.


Hóast hann sigur seg stórtrívast í felagnum og at hann fer at sakna teir tiltiknu ídnu fjeppararnar, so kennir hann seg noyddan at fara frá ófriðinum, sum valdar í Istanbul.


- Orsøkin er politiska støðan. Tað eru ikki ítróttarligar ella aðrar orsøkir, sum hava fingið meg at taka hesa avgerðina. Tað snýr seg einans um tær ræðuligu hendingarnar, sum hava verið seinastu dagarnar. Vónandi skilja tit tað, skrivar hann á facebook.


31 ára gamli Mario Gomez, sum skeyt tvey mál í EM-endaspælinum í Fraklandi í summar, hevur sáttmála við Fiorentina fram til næsta summar. Hann náddi at skjóta 28 mál í 41 dystum fyri Besiktas.