Tíðindaskriv
Á skránni hetta kvøldið er røðan flaggdagin, sum Mikkjal Nielsen lærari fer at halda. Mikkjal er sonur Jóhan Nielsen prest sála. Páll Sólstein og Bergur Jacobsen spæla upp á trompet og klaver. Kallakórið Lítla hjá Marianne Clausen fer at syngja nøkur løg. Eisini verður felagssangur og tónleikur. Húsið bjóðar ókeypis kaffi og køkubita.
? Føroyingafelagið í Keypmannahavn plagdi at skipa fyri flaggdagshaldinum. Eisini tóku tey sær av grækarismessuni, páskaveitsluni og bókadegnum á heysti. Tíverri hevur hetta felag lagt frá sær fyri nøkrum árum síðani. Kortini hava vit hildið fast um siðvenjuna og hava skipað fyri tiltøkunum nú í fleiri ár. Tað er tó okkara vón at eitt av feløgunum tekur onkran av hesum tættum upp ella at nýtt lív birtist í gamla Føroyingafelagið, sum aftur fer at skipa fyri hesum mentanartiltøkum, sigur leiðarin í húsinum Martin Fjallstein
Á páskaveitsluni 2. páskadag, sum eisini verður nevnd skerpikjøtveitslan, vóru eini 20 fólk úr Tjørnuvík, sum hava verið niðri og sungið tey gomlu kingoløgini, sum tey eru so sera dugnalig til. Tey vóru eisini væl fagnað bæði á Suður Fjóni, Slangerup og í Samuelskirkjuni. Tey settu eisini sín dám á veitsluna 2. páskakvøld við teirra kingosangi og at sláa ring.
Suðuroyggin í fokus
Apríl mánaður er Suðuroyarmánaðurin í Føroyahúsinum. Longu í heyst var Suðuroyarveitsla løgd at vera 5. apríl. Men nú bar so á, at finalan um »Stjerne for en aften« var kvøldið fyri, har Guðrun Jacobsen av Tvøroyri vann. Vikuskiftið gjørdist tí eitt rimmar Suðuroyarvikuskifti í húsinum. Fyri fyrstu ferð hava vit havt stórskíggja at vísa myndir á. Tað eydnaðist sera væl finalukvøldið. Áveitsluni kvøldið eftir spældi Suðuroyar-bólkurin Blanding við Jonnhild Andreassen. Torgerð Suðuroy var frásøgufólk. Um midnáttina kom »stjørnan« inn á gólvið, sang fyri okkum og var við restina av náttini.
Týsdagin 29. apríl verður so aftur eitt Suðuroyarkvøld. Døgverði er fyrst við stoktum lambskjøti og Suðuroyarkøku omaná. Síðan fara Gunnar Nolsøe úr Vági og Niels Salmony úr Trongisvági at siga frá heimbygdum sínum og hvør sínum parti av oynni.
Hvør mánaður hevur havt sítt oyggjanavn og ymist hevur verið frammi um oyggjarnar. Hetta hevur víst seg at vera gott tiltak, sum vakti ans manna millum.
Summarið kemur og tiltøkini fara at linka í Føroyahúsinum. Ætlanin er at skipa fyri eini útferð í mei og síðsti týsdagsdøgverðin verður 27. mei. Hesir døgverðar eru hvønn týsdag frá miðskeiðis í august til síðst í mei. Eini 30 ? 100 fólk plaga at koma til døgverða, sum kann vera knettir, ræstur fiskur, kjálkar, saltfiskur, havhestaungar, lundi, grind og spik, turrur fiskur og bótasúpan, stokt riv, stokt lambskjøt og líknandi, sum vit kunna útvega. Eini tvær tríggjar ferðir um árið verður gjørt meira burturúr. Sum nú 27. mei verður »summarborð«, sum er sjálvtøkuborð við alskyns góðum mati. Eisini er tá meira til gaman og sangur.