Flaggdagur er í dag

Í dag er flaggdagur, sum verður hildin til minnis um, at hendan dagin í 1940 varð føroyska flaggið, Merkið, góðkent sum flagg føroyinga. Fyrsti flaggdagur varð hildin í 1947

Í dag er flaggdagur, sum verður hildin til minnis um, at hendan dagin í 1940 varð føroyska flaggið, Merkið, góðkent sum flagg føroyinga.

Hetta hendi undir bretsku hersetingini av Føroyum, sum byrjaði 13. apríl. Danmark varð hertikið av týskarum 9. apríl. 25. apríl í 1940 gav bretska stjórnin boð um í bretska útvarpinum, BBC, at nú skuldu føroysk skip sigla undir føroyska flagginum, »Merkinum«.

Tá vóru Føroyar hersettar av bretum og Danmark av týskarum.
Flaggið var tó ikki ókent millum føroyingar. Longu í 1919 høvdu tríggir føroyskir studentar í Keypmannahavn brúkt »Merkið«. Tað var Jens Olivur Lisberg úr Fámjin, sum teknaði flaggið í 1919.

 

##med2##

Síðan 1947 hevur 25. apríl verið hildin sum flaggdagur føroyinga, og í heimastýrislógini frá 1948 varð »Merkið« viðurkent av donsku stjórnini sum tjóðarflagg føroyinga.

Løgtingslóg sigur, hvussu »Merkið« skal brúkast og hvørjir litirnir eru.

Dagurin 25. apríl kallast eisini markusarmessa.

##med3##