Flaggdagur og ráðstevna um smátjóðir

SUNNUDAGIN varð skipað fyri flaggdagshaldum kring landið. Hetta er góður siður, tí flaggið savnar føroyingar - fær okkum at kenna okkum sum eitt fólk - sum eina tjóð. Tað symboliserar okkara samleika við egnum máli og mentan.

Í kjalarvørrinum á flaggdegnum byrjaði so ein ráðstevna um smátjóðir - eitt sera skilagott og týdningarmikið tiltak. Á hesi ráðstevnu fáa vit at vita, hvussu smátjóðir ymsa staðni í heiminum skipa og klára seg. Har verða eisini nógvir áhugaverdir og viðkomandi spurningar settir - og nettup í eini tíð, har vit føroyingar kanska meira enn nakrantíð tosa um, hvussu smátjóðin Føroyar klárar seg og skal mennast í framtíðini, hevur tað alstóran týdning at hoyra, hvussu aðrar smátjóðir skipa og klára seg.


NÚ tað er avmarkað, hvussu mong fólk hava høvi til at fylgja ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum, er tað avgerandi, at miðlarnir lata almenningin fáa innlit í ráðstevnuna. Tað hevði kanska verið eitt gott hugskot, um fyrireikararnir savnaðu alt tilfarið, umsettu tað og lótu miðlunum tað til víðari viðgerð.