Ukrainskir myndugleikar upplýsa í dag, at í minsta lagi fimm fólk eru dripin í russiskum álopum har eysturi í Ukraina.
Tað veit tíðindastovan AFP at siga í dag.
Eitt tíðindafólk hevur eisini latið lív nærindis høvuðstaðnum, Kyiv, tá russiskar dronur raktu um hesar leiðir í nátt.
Ukrainski tíðindamiðilin, Ukrinform, sigur, at tað er arbeiðsgevarin, sum upplýsir um deyða journalistin.
Guvernørurin í Donetsk-regiónini sigur, at í minsta lagi fimm fólk eru deyð, og átta eru særd í Kostjantynivka í Donetsk.