- Fleiri eldrasambýli áttu at verðið bygd

- Íløgustuðulin, landið letur til bygging av sambýlum, átti at verið størri. Sambýli eru bíligari bæði at byggja og í rakstri. Fólk fáa eitt tættari tilknýti til eitt sambýli enn til eina størri eind sum eitt røktarheim er. Tørvur fer altíð at vera á røktarheimum, men fyrst eiga vit at fáa fleiri sambýli, sigur Ása Hanusson, økisleiðari fyri Heimarøktina í Eysturoy

Heimarøktin í Føroyum hevur um nakar merkt ógvusligu skerjingarnar, ið eru framdar síðani búskaparkreppan tók við, og hóast fíggjarstøðan sigst vera batnað, stríðist Heimarøktin enn við ov lítlari fíggjarjáttan.

Í fjør summar mistu umleið 30 eldri fólk í Eysturoynni heimahjálpina vegna sparingar. Fólk, ið hava verið inni í skipanini í nógv ár og sum veruliga hava ein tørv. Fyri ikki at koma í somu støðu í ár, hevur Heimarøktin í Eysturoynni gjørt ymsar umskipingar innan verandi fíggjarkarmar.

- Gjørdu vit ikki umskipingar, fóru vit fyrr ella seinni at renna okkum í somu trupulleikar, tí Heimarøktin hevur ikki fingið meiri pengar at arbeiða við. Tað er ógvuliga keðiligt og ótrygt at verða noydd at skera knappliga niður, og brúkararnir missa álitið á skipanina. Eingin varð uppsagdur í fjør, fleiri fóru niður í arbeiðstíð, og nú eru fleiri brúkarar komnir inn í skipanina aftur. Eftir umskipingina er friður er komin í økið, sigur Ása Hanusson, økisleiðari fyri Heimarøktina í Eysturoynni, ið er útbúgvin sjúkrasystir.


Bíðilistarnir ikki eftirfarandi

Í Eysturoynni er eitt røktarheim, ið tekur 46 fólk. Umlættingarheimið í Gøtu, ið er tengt at røktarheiminum, tekur átta fólk. Sambýlini á Skála og í Fuglafirði hýsa ávikavist 10 og 13 fólkum. Í summar taka fuglfirðingar nýtt sambýli í nýtslu. Tá letur verandi sambýli, ið bert hevur verið ein fyribilsloysn, aftur. Uml. 60-70 heimarøktir og 9 sjúkrasystrar eru knýttar at Heimarøktini, tær flestu niðursetta tíð.

Á pallborðsfundi mánakvøldið í gamla prestagarðinum á Nesi var eldrapolitikkur evnið. Ása Hanusson greiddi frá ítøkiligu støðuni í økinum viðvíkjandi eldrabúplássum og eldrasambýli, og um hvussu útlitini eru hesum viðvíkjandi í framtíðini.

- Eftir mínum tykki eru bíðilistarnir ikki rættiliga eftirfarandi, tí heilt nógv fólk ganga aftur á fleiri listum. Fleiri søkja um pláss á røktarheimi ella í sambýli í góðari tíð. Vit hava dømi um fólk, ið ikki taka av, tá ið tey fáa eitt pláss í boði, sigur Ása Hanusson.

- Vit vita, at sambýli eru bíligari bæði at byggja og í rakstri. Fólk fáa eitt tættari tilknýti til eitt sambýli í teirri egnu bygd enn til eina størri eind sum eitt røktarheim er. Familja og vinir koma oftari inn á gólvið, tí tað er tættari við, og fær ein vitjan, fáa øll vitjan, tí øll kennast. Tørvur fer altíð at vera á røktarheimum. Sambýli hava ikki møguleikar og rúm fyri øllum teimum hjálpartólum, ið eru neyðug hjá røktarkrevjandi fólki.

- Heimarøktin tekur sær av eldri pensjónistum, ið av eini ella aðrari orsøk ikki klára seg sjálvi, í heiminum ella í sambýlinum, meðan røktarheimið tekur sær av teimum, ið hava røkt fyri neyðini. Og soleiðis eigur tað at vera.

Á pallborðsfundinum mánakvøldið varð spurnartekin sett við, um starvsfólkini á sambýlini eru nóg væl skikkað til uppgávuna. Økisleiðarin fyri Heimarøktina í Eysturoynni sigur, at tey gomlu eru í góðum hondum á teimum, ið arbeiða har. Sjúkrasysturin, ið kemur inn á sambýlið hvønn dag, hevur ábyrgdina av búfólkunum og sær um tað er onkur, ið ikki støðist.


Fleiri sambýli

Økisleiðarin fyri Heimarøktina í Eysturoynni er sannførd um, at har sum sambýli eru, fellur ein friður yvir økið. Nógvar bygdir eiga eftir hennara tykki at vera felags um sambýli.

- Sambýlistørvurin átti at verðið útbygdur, áðrenn fleiri røktarheim verða bygd. Mítt boð er, at Nes og Runavíkar kommuna høvdu eitt sambýli í felag, og Leirvík og Gøta høvdu eitt í felag. Varð hetta veruleiki, høvdu allar kommunurnar í Eysturoynni eins nógv sambýlispláss. So er røktarheimið at dúva uppá, tá ið tey eldru verða meiri røktarkrevjandi. Hetta hevði munað ógvuliga væl, og heimarøktin hevði verið munadyggari.

Útreiðslurnar av náttarvaktini á sambýlinum bera kommunurnar. Borgararnir í teirri kommununi hava framíhjárætt at koma inn. Sum er letur landið íløgustuðul til bygging av sambýlum á 50.000 krónur fyri hvørt búpláss, ella í mesta lagi hálva mill. krónur.

- Hesin stuðulin átti at verið størri, í og við, at størri ábygd verður løgd yvir á kommunurnar. At byggja sambýli er jú ein nógv bíligari loysn fyri landið enn at byggja røktarheim, sigur Ása Hanusson at enda.