Fleiri enn 100 palestinar lótu lív í ísraelskum álopi

Fleiri sjúkrahús hava tikið ímóti dripnum og løstaðum, men sjúkrahúsunum tørvar veitingar, og tí er avmarkað, hvørja hjálp tey kunnu veita.

Í minsta 104 palestinar lótu lív og einir 700 vórðu særdir í ísraelskum álopi á eina mannamúgvu, sum bíðaði eftir mathjálp í Gaza býi í dag.

 

Tað siga heilsumyndugleikarnir í Gazageiranum.

 

Í teimum fyrstu frásagnunum varð sagt, at í minsta lagi 50 høvdu latið lív, og 250 vórðu særd. Álopið rakti, tá tað lýsti fyri morgni í morgun.

 

Sambært einum tíðindafólki hjá miðlinum, Al Jazeera, bíðaðu fleiri hundrað fólk eftir neyðhjálp, tá ísraelski herurin leyp á.

 

Fleiri sjúkrahús hava tikið ímóti dripnum og løstaðum, men sjúkrahúsunum tørvar veitingar, og tí er avmarkað, hvørja hjálp tey kunnu veita.

 

Leiðarin fyri sjúkraflutningstænastuni hjá Kamal Adwan-sjúkrahúsinum sigur, at tey høvdu ikki nóg mikið av sjúkrabilum til at flyta deyð og løstað.

 

Lagt verður aftrat, at lastbilurin, sum kom við neyðhjálp, eisini varð brúktur til flutning.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at 24 av teimum 36 sjúkrahúsunum í Gazageiranum eru ikki virkin og tey, ið eftir eru, virka bara lutvíst.

 

- Sjúkrahúsunum vantar bæði brennievni til generatorar, ilt, heilivág og útgerð, verður lagt aftrat.