Tað búgva nú fleiri enn 1300 fólk í Nes kommunu, og fólkatalið økist støðugt. Fólkatalið hin 1. juni í ár var nevniliga 1307, sum er ein vøkstur við 28 fólkum higartil í ár.
Hin 1. januar 2017 búðu 1252 fólk í Nes kommunu, og fólkatalið vaks við tilsamans 27 fólkum í 2017. Í 2017 vórðu 17 børn fødd, og 16 fólk andaðust. Nettotilflytingin var soleiðis 26 fólk.
Síðan hin 1. januar 2014 er fólkatalið økt við 95 fólkum.
Áhugin fyri at seta búgv í Nes kommunu er stórur, og tí arbeiðir kommunan eisini við nýggjum útstykkingum, eins og ætlanin er at fáa Bústaðir at byggja leiguíbúðir á Toftum.