Fleiri enn 40.000 kvinnur eru í ukrainska herinum

41 prosent av ukrainsku kvinnunum, sum eru við í krígnum móti rrussiska hersetingarvaldinum, eiga børn, harav 2500 eru stakar við børnum.

Sambært einari frágreiðing hjá ukrainska verjumálaráðnum eru fleiri enn 40.000 kvinnur í ukrainska herinum.

 

Her stríðast tær ímóti russiska hersetingarvaldinum.

 

Hetta merkir, sigur ukrainska verjumálaráðið, at stívliga 5 prosent av ukrainska herinum eru kvinnur.

 

Lagt verður aftrat, at umleið 5000 av ukainsku kvinnunum í herinum eru beinleiðis við á hermótinum.

 

Í frágreiðingini verður sagt, at síðan Russland leyp á Ukraina hin 24. februar í fjør hava tilsamans 13.400 kvinnur verið beinleiðis við í hernaðaratgerðum móti russum.

 

- 41 prosent av kvinnunum eiga børn, harav 2.500 eru stakar við børnum, veit tíðindastovan NTB at siga í morgun.