Tíðindastovan NTB veit at siga, at ísraelski herurin (IDF) nú góðtekur palestinsku metingina um, at fleiri enn 70.000 palestinar eru dripir í Gazageiranum seinastu árini.
Ísraelsku ávísirnar, Haaretz og Jerusalem Post, skriva um frágreiðingina, sum IDF hevur gjørt í hesum sambandi. Ísrael vil tó ikki viðurkenna, at frísk fólk eru deyð í hungri í Gazageiranum.
Heilsumyndugleikarnir í Gazageiranum siga, at talið av dripnum palestinum er 71.667, síðan Ísrael leyp á í oktober í 2023.
Tað var nevniliga hin 7. oktober hetta árið, at Hamas leyp á Ísrael og drap og burturflutti ísraelar í stórum tali.
Sambært Haaretz og Jerusalem Post viðurkennur ísraelski herurin nú talið yvir dripin í Gazageiranum, sum heilsumyndugleikarnir í Gaza halda uppá.
Uppi í teimum 71.667, sum palestiskir myndugleikar siga eru dripin, er tey ikki tald, sum framvegis kunnu liggja undir húsaleivdum í Gazageiranum.











