Fleiri løstað eftir spreinging á ølstovu í Fraklandi

Borgarstjórin í býnum, Grenoble, Éric Piolle, fordømir atgerðina og sigur, at hetta er ein "kriminell" atsókn

Ein granat varð kastað inn í eina ølstovu í franska býnum, Grenoble, í kvøld, men higartil er eingin handtikin í málinum.

 

Sagt verður, at í minsta lagi 10 fólk hava fingið løstir, harav onkur hevur fingið álvarsligan skaða.

 

Tað sigur borgarstjórin í býnum, Éric Piolle, sambært franska blaðnum, Le Figaro.

 

Ein onnur fronsk ávís, Le Dauphine, veit at siga, at tilsamans 12 fólk eru løstað og av hesum hava tvey fólk fingið álvarslig mein í spreingingini.

 

Bæði bløðini, Le Figaro og Le Dauphine, siga, at í løtuni er ikki illgruni um, at talan er um eina yvirgangsatsókn.

 

Spreingingin hendi stutt fyri klokkan 20, lokala tíð í kvøld, og borgarstjórin, Éric Piolle, fordømir atgerðina og sigur, at hetta er ein "kriminell" atsókn.

 

- Eg fordømi upp á tað harðasta hesa kriminellu atsókn av valdsnýtslu í býarpartinum, Olympiavillage, sum hevur ført til, at fleiri enn 10 fólk hava fingið løstir, harav nøkur hava fingið álvarslig mein, skrivar Éric Piolle á X, fyrrverandi Twitter.

 

Borgarstjórin takkar samstundis neyðhjáparfólki á staðnum. Fleiri sløkkiliðsfólk og løgreglufólk eru send á staðið.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Her liggur býurin, Grenoble. Hetta er við fótin av Alpunum, vita franskir miðlar at siga í kvøld