Fleiri missa viðførið

Tvær ferðir innan stutta tíð hava brek á teldukervinum í Kastrup havt við sær, at fleiri ferðafólk hava mist viðførið. Og talan er eftir øllum at døma um ein trupulleika, sum rakar alla flogvøllarbransjuna. Soleiðis sigur stjórin á danska tryggingarfelagnum, TopDanmark, at tey hava upplivað eitt vaksandi tal av fráboðanum seinastu tíðina. – Eg veit ikki, hvat tað er fyri eitt trøll, sum situr og etur kuffert á flogvøllinum. Men vøskturin hjá okkum hevur verið heilt óvanligur seinastu tíðna, sigur Eric Erichsen.