Fleiri pólskir fiskimenn umborð á línuskip

Fyrr í ár mynstraðu tríggir pólskir fiskimenn umborð á línuskipinum Gullbergi hjá Hálvdani Haldansen í Vestmanna, og nú miðjar Jóhannus Olsen, reiðari á Toftum, eftir at fáa einar seks pólskar fiskimenn umborð á línuskipini, sum hann er reiðari á

Fiskivinna

 

Á plássum, har nógvir línubátar eru, kann í tíðum sum hesum vera trupult at manna allar bátarnar. Línuskipini, sum eru í bólki 3A, eru 26 í tali. Ein stórur partur av hesum skipum eru heimahoyrandi í Klaksvík og á Toftum, sum meira enn aðrar bygdir kunnu sigast at vera línubygdir.

Umborð á hvørjum av hesum skipum eru einir 14-16 mans.

Tórleif Sigurðsson, reiðari í Klaksvík, hevur áður víst á, at tað kann vera torført at manna allar hesar bátar, og tí gjørdi eitt av feløgunum, sum hann stendur aftanfyri, av at selja eitt av skipunum av bygdini og selja øðrum skipum í økinum fiskidagarnar.

Formaður í felagnum Línuskip, er Jóhannus Olsen á Toftum. Hann er reiðari og parteigari í tilsamans fýra línuskipum, Eysturoyingi, Sigmundi, Morgunstjørnuni og Mascot.

Summarið er vanliga einki serligt hjá línuskipunum, og tí eru tað fleiri, sum brúka ein part av hesi tíðini til neyðugar umvælingar og ábøtur. Haraftrat kemur, at nøkur av fiskavirkjunum eru í summarfrí í hesum døgum.

 

Royna á djúpum

- Flestu línuskip liggja nakrar vikur um summarið. Hinvegin hava nøkur roynt á djúpum vatni í summar, og sum eg havi skilt, hevur fiskiskapurin eftir brosmu og longu verið hampiligur. Brosma og longa verða keypt til saltingar, og tíbetur eru fleiri virkir um boðið at keypa hesi fiskasløg. Soleiðis hava prísirnir eisini verið á góðari leið.

Jóhannus heldur, at nú minni toskur er at fáa undir Føroyum, fara línuskip í størri mun enn áður at royna á djúpum vatni.

- Tað kemur tí væl við hjá línuskipunum í tíðum sum hesum, at vit hava fleiri virkir, sum duga at fáa væl burtur úr brosmu og longu, leggur hann aftrat.

Millum virkini, sum keypa hesi fiskasløg til saltingar, eru eitt nú Fiskavirkið í Gøtu, Vaðhorn, Faroe Seafood, Farita og Delta.

 

Útlendskur styrkur

Jóhannus Olsen sigur, at tað hevur gingið nokso striltið hjá teimum, sum eiga línuskipini, at manna hesi skip við støðugari manning.

Fyrr í ár komu einir tríggir pólskir fiskimenn umborð á línuskipið Gullberg hjá Hálvdani Haldansen í Vestmanna, og nú miðjar Jóhanus Olsen í fyrsta lagi eftir at fáa einar seks pólskar fiskimenn umborð á línuskipini, sum hann er reiðari á.

Tað er felagið Ocean Wide Føroyar, sum stendur aftanfyri arbeiðið at fáa útlendsku fiskimenninar heim til Føroya. Ocean Wide arbeiðir í nógvum ymiskum londum og ger eitt seriøst arbeiði við at útvega útlendska arbeiðsmegi, har tørvur er.

- Eg havi skilt, at póllendingarnir, sum hava siglt við línuskipinum Gullbergi, hava roynst væl, og at felagið hevur verið væl nøgt við hesar menn.

Jóhannus vísir á, at tá ið felagið Ocean Wide stendur aftanfyri hetta átak, er trygd fyri, at menninir eru væl egnaðir til tað arbeiði, sum teir koma higar til lands at gera.

- Vit mugu bara síggja í eyguni, at soleiðis, sum umstøðurnar eru í Føroyum í dag, tørvar okkum styrk til at manna línuskipini. Við støðugari og góðari manning, fer arbeiði umborð eisini at fella lættari hjá føroysku fiskimonnunum, og saman um tikið kann hetta eisini føra við sær, at tað verður hugaligari at sigla, eins og inntøkan verður meira støðug.

Reiðarin sigur, at hann er sera væl nøgdur við føroysku fiskimenninar umborð á skipunum, sum hann er reiðari á.

- Sjálvandi vildu vit ynskt, at vit kundu mannað øll okkara skip við føroyskum fiskimonnum, men tað er ógvuliga trupult í dag. Vit hava snøgt sagt ikki nóg mikið av fólki, sum í løtuni vilja støðast í hesi vinnu á sjónum.

- Reiðarin sigur, at tað í fyrsta

lagi er Ocean Wide Føroyar, sum avgreiðir viðurskiftini fyri felagið, bæði tað at finna fiskimenninar og samskiftið við innlendismálaráðið.

- Vit eru til hjálpar, tá tað er neyðugt. Annars syrgir felagið fyri hesum fyri okkum, leggur hann aftrat.

 

Positivari nú

Johannus heldur, at innlendismálaráðið skilir betri trupulleikarnar við vantandi arbeiðsmegi í dag og vísir størri vælvild nú enn áður.

- Men eg haldi, at tað framvegis tekur ov langa tíð at avgreiða hesi viðurskifti.

Teir seks pólsku fiskimenninir, sum ætlandi skulu verða við til at manna hesi línuskipini á Toftum, koma til Føroya um hálvan august, um alt gongur, sum ætlað.

- Skipanin er hon, at menninir kunnu arbeiða í Føroyum í tríggjar mánaðir í senn, og síðan skulu teir heimaftur, men teir kunnu koma aftur, um brúk framvegis er fyri teimum tá.

Reiðarin heldur, at tað hevði verið betri, um útlendsku fiskimenninir kundu verið longri í Føroyum í senn heldur enn, at nýggir menn koma heim at loysa av.

- Men vit arbeiða við einum skifti, har tað eru teir somu menninir, sum ganga aftur, soleiðis at teir betur kunnu venja seg við umstøðurnar og læra teir, sum við eru, betur at kenna, sigur Jóhannus Olsen, reiðari.

 

Upp og niður

Væntandi er, at hetta árið hjá línuflotanum sum heild verður heldur lakari enn árið fyri, men fer seinna hálva at roynast hampilig, fæst raksturin kanska so dánt at hanga saman.